Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: KÍ-Víkingur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.08.2019 - 07:27 Ítrottur Tíðindi

Hjá báðum liðum er ivamál um lyklaleikarar.

Í kvøld verður toppdystur í Klaksvík millum tvey av teimum fýra liðunum, sum eru fremst í Betri Deildini hjá monnum við 35 stigum. KÍ er oddalið í deildini við betri málmuni enn trý onnur lið, harímillum Víking.

Hjá KÍ hevur Deni Pavlovic leikbann, meðan stóra ivamálið er, um Simen Sandmæl, ið hevur verið sera avgerandi fyri KÍ í ár, verður tøkur eftir trupulleikar í rygginum sum m.a. gjørdu, at hann ikki var við móti ÍF mánakvøldið. Seinastu dystirnar hava Meinhardt P. Joensen, Ólavur Niclassen, Óli Ey. Poulsen, Magnus Stamnestrø og Darius Lewis verið skaddir, men eingin av teimum hevur spælt stórvegis leiklut síðstu vikurnar. Av teimum er møguleiki fyri, at Magnus og Darius vera tøkir hendan dystin. Hinvegin fekk Torbjørn Grytten ein skaða móti ÍF sum ger, at hann neyvan spælir komandi vikurnar. Hjá Víkingi er stóra ivamálið, um toppskjúttin Sølvi Vatnhamar verður við. Hann fór út við skaða seinasta dyst, men tað hevur verið mett, at tað er møguleiki fyri, at hann verður við.

Toppdysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 18.15 og dómari verður Alex Troleis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini