Lýsing
Lýsing

Megdar hjartamál til løgtingsvalið 2019

SKRIVAÐ: Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD  |  10.08.2019 - 18:18 Tíðindaskriv

MEGD, sum er meginfelag við 24 limafeløgum á brekøkinum, hevur seinastu vikurnar sett fram hjartamál til løgtingsval 2019. Vit eru á veg, og við hjartamálunum vísir MEGD longur fram á leiðina til einar enn betri, meiri fevnandi og atkomuligar Føroyar. Vit skulu gera upp við vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar. Mannarættindi fevna okkum øll. Valevnini gera tí væl í at kunna seg um neyðugu batarnar á brekøkinum, ið eiga at gerast veruleiki eftir valið.

Tíggju hjartamál

Frá 8. til 17. juli varð hvønn dag eitt hjartamál sett fram á megd.fo. Tíggju hjartamálini eru ymisk eins og brekøkið er, og tá ið hjartamál verða sett fram, so merkir tað tó ikki, at hesi eru einastu hjartamálini. Hetta er eitt úrval.

Hjartamálini til løgtingsval 2019 í stuttum eru:  

Óheft eftirlit við ST-sáttmálanum - Grein 33 í ST-sáttmálanum ásetir, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Fyri at fremja hesa áseting, skal m.a. skipast fyri einum óheftum eftirliti.

Bústaðir - Tað er sjálvsamt, at fólk, ið bera brek, kunnu velja, hvar tey vilja búgva, og hvørjum tey vilja búgva saman við. Langur bíðilisti er, og fólk, ið bera brek, kunnu vænta at standa á listanum í fleiri ár.

Lóggáva ímóti mismuni - Føroyar tørva lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum. Okkum tørvar at taka stig til at tryggja, at munadygg rættartiltøk verða tøk hjá fólki, ið bera brek, harímillum møguleiki fyri at kæra um mismun.

Brekpolitisk virkisætlan - Føroyar hava onga brekpolitiska virkisætlan. Arbeiðið at orða eina brekpolitiska virkisætlan, ið fevnir um øll rættindi og týðandi øki, skal raðfestast høgt.

Verja, tá ið verkfall er - Eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Neyðugt er at arbeiða í friðartíð og gera avtalur, ið tryggja, at hetta ikki aftur kemur fyri.

Hóskandi upplýsingar, hagtals- og granskingartilfar - Føroyar savna í dag ikki hóskandi upplýsingar, hagtals- og granskingartilfar, sum ger okkum før fyri at orða og seta í gildi reglur, ið seta ST-sáttmálan í verk.

Góða tilgongdin til børn og ung við avbjóðingum - Børn og ung við avbjóðingum eiga at fáa eitt samskipað heildartilboð við dygdargóðum samstarvi millum avvarðandi myndugleikarnar á ymisku økjunum, sostatt at hjálp og stuðul gerast samanhangandi og munadygg.

Menning og endurmenning - Í Føroyum er eingin heildarætlan fyri menning og endurmenning. Fólk við varandi sjúkum eru tí ikki tryggjað eina samskipaða heildarætlan fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan-, sálarligan-, sosialan- og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum.

Samskiftisdepil - Okkum tørvar viðurkenning av menningini og stuðlinum av alternativum samskiftishættum, ið tøkir eru hjá teimum, ið bera vitborin og sálarlig brek. Í dag er eingin skipað ætlan fyri menning og stuðli av víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum í Føroyum.

Føroyskt teknmál sum mál – Vit skulu viðurkenna rættin hjá deyvum og hoyriveikum at fáa undirvísing og at samskifta á teknmáli og harvið at stuðla nýtsluni av føroyskum teknmáli á øllum økjum í lívinum hjá deyvum við tí endamáli at tryggja luttøku teirra í arbeiði, útbúgving og mentanarlívi.

Les nærri greining av hjartamálunum á megd.fo.

 

Føroyar fyri øll

Umframt hjartamálini leggur MEGD fram til løgtingsvalið hvønn dag eina nýggja mynd á Facebook. Á myndunum eru føroyingar, ið gerandis kenna til avbjóðingar so ella so. Myndirnar tók Rick Guidotti farna heyst, og heitið á myndarøðini er „Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist”.

Við myndunum vóna vit at fáa í lag samtalur, prát og møguligt kjak um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Hetta verður gjørt við ynskinum um at broyta mangan upplivaða vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar. Tí mannarættindi fevna okkum øll.

Verið hjartaliga vælkomin inn á megd.fo at lesa hjartamálini og inn á MEGD-facebooksíðuna.

Saman megna vit! So latið okkum nú og eftir løgtingsvalið standa saman um at gera gerandisdagin hvør hjá øðrum enn betri.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvstýri savnaði enn einaferð eini 600…
Valfundur á Fossanesi í kvøld
§ 7c, stk. 1
KÍ fekk stigini í linligum dysti
Góð fótbóltslíkindi í dag
Lærlingar ongan landsskatt
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Aftur á slóðina
Sjálvstýri: 600-700 fólk til familjutilt…
68%
Javnaðar­flokku­rin: Valkafé í Spania­stovu
Tað demensvinarliga samfelagið – ella hv…
Líðhamar roktúr í dag
Enn ein lítil fitt søga
Hendan lands­stýrissamgongan hevur gjørt…
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…