Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjálvandi skal hjúnabandslógin broytast aftur

SKRIVAÐ: Bill Justinussen, valevni fyri Miðflokkin  |  17.08.2019 - 14:33 Politikkur Tíðindaskriv

Hjúnabandið er millum mann og kvinnu. Hetta er støða Miðfloksins og hetta er støðan hjá øllum valevnum Miðfloksins. Her eru ikki tvær meiningar. Miðflokkurin ætlar tí í eini komandi samgongu, sum vit vónandi verða partur av, at broyta hjúnabandslógina aftur. Skeivleikarnir skulu rættast ongantíð ov skjótt. Tí tvey av sama kyni kunnu av biologiskum orsøkum ikki vera hjún.

Hjúnabandið er sterkasta kjarnueindin í samfelagnum. Hjúnabandið er grundarlagið undir okkara familjubygnaði og sostatt undir øllum okkara samfelagsbygnaði. Stórur partur av okkara lógarverki tekur støðu til hesa kjarnueindina. Veri tað seg skattalógin, barsilslógin, pensjónslógin, fólkaskúlalógin, barnaverndarlógini v.m.

Tey, sum taka undir við, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu, kunnu trygg velja Miðflokkin. Flokkin, sum allur og heilur umboðar teirra sjónarmið. Tað áliggur øllum valevnum Miðfloksins at halda seg til flokspolitikkin. Øll, sum stilla upp fyri Miðflokkin, draga eina og somu línu í hesum máli.

Tá hjúnabandslógin verður rættað aftur til tað, hon var undan hesi samgonguni, halda nøkur, at tey fara at missa rættindi. So er ikki. Miðflokkurin fer ikki at taka rættindi frá fólki, sum við lógini í hond hava fingið rættindi. Tað merkir, at tey fáu av sama kyni, sum eru “gift” sambært hjúnabandslógini, varðveita sín rætt. Tað ber VÆL til.

 

Gev teimum ikki lítlafingur

Miðflokkurin hevur ávarað, vit ávara nú og vit fara framhaldandi at ávara um skeivu gongdina. Okkara sjónarmið er, at altjóða felagsskapurin ILGA, sum er altjóða felagsskapurin hjá Lgbt kring heimin, framyvir fer at herða trýstið á lond og stjórnir, fyri at fáa tey at boyggja seg fyri Lgbt-krøvum. Verða hesi krøv fylgd, koma tey við tíðini fullkomiliga at broyta okkara samfeløg, sum í árhundraðir hava bygt á kristnan grundvøll, til at vera hjartaleys samfeløg, har ómoralur, egoisma og sjálvsøkni koma í staðin fyri moralskar standardir, næstrakærleika og umsorgan fyri øðrum.

Tey yvirtaka land okkara stig fyri stig. Fyrst 266b, so hjúnabandið, síðani ættleiðing, síðani móðurmálið, í dag barsilsskipanin, í morgin blóðgeving, síðani løgfrøðisligt kynsskifti, so arbeiðsmarknaðarlógirnar osfr.

Hjálpið Miðflokkinum at steðga ørskapinum. Tað ber VÆL til.

 

Bill Justinussen, valevni fyri Miðflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)