Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!

SKRIVAÐ: Tordur J.Niclasen, H  |  22.08.2019 - 19:45 Løgtingsval 2019 Politikkur

Ì samband við viðgerðina av sjúkrahúsverkinum hevur  kjakið oftast snúð seg um íløgur til bygningar og tól, viðgerðarhættir, uppgávubýtið  millum sjúkrahúsini, viðgerðir uttanlands og leiðslubygnaðin.

Sjáldan, fyri at siga, næstan ongantíð hevur kjakið snúð seg um  ta heilsu-og sjúkrarøkt, sjúklingurin hevur fyri neyðuni og starvsfólkið, ið skal veita hesa tænastu!

Her skal ein politisk hugburðsbroyting til, soleiðis, at kikarin verður munandi meira vendur móti heilsu-og sjúkrarøktini og við tí, hvørjar umstøðurnar hjá  starvsfólkunum  innan sjúkrahúsverkið og eldraøkið í verunleikanum eru – og ikki minst, hvønn týdning júst hetta hevur fyri sjúklingin og trivnaðin sum heild innan sjúkrahúsgáttina! Hetta ger seg eisini galdandi innan eldraøkið!

At starvsfólkið kýtir seg at gera sítt besta veit ein og hvør, sum hevur sett sín fót á tær ymsku deildirnar.

Sjálvandi  er tað sera møtumikið, tá ov fáar hendur eru í røktina at røkja tyngjandi uppgávur  á  deildum, sum mangan eru yvirfyltar!

Skelkandi at lesa, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á sinni, boðadi frá, at tað á Landssjúkrahúsinum í mong ár hevði verið ein áhaldandi trupuleiki við yvirfyltum deildum og ov fáum starvsfólkum at røkja heilsu-og sjúkrarøktar uppgávurnar!

Umframt at verða sera tyngjandi fyri starvsfólkið er tað eysæð ikki serliga heilsufremjandi fyri sjúklingin, at so skal vera.

MEN hví er tað so, kann ein spyrja ? Kann hetta ikki júst vera ein ábending um, at  heilsu-og sjúkrarøktin ikki hevur fingið tað pláss á tí politisku dagsskránni, sum hon hevur uppiborðið?

Tí er tað eg sigi, at skal vend koma í her, er neyðugt , at ljóskastarin júst verður settur á hendan týðandi partin  innan sjúkrahúsverkið!

At tryggja, at heilsu-og sjúkraøktin kemur á politisku dagsskránna er sera umráðandi – ja, ein fortreyt fyri einum tryggum og vælvirkandi heilsuverki !

Havi sum kunnugt drúgvar royndir innan heilsu-og sjúkrarøktarøkið og  er tað er mær eitt hjartamál at fáa heilsu-og sjúkrarøktina á politiska breddan – og verður hetta at fremja í góðum samstarvi við avvarðandi yrkisfeløg!

 

Eiði, tann 22.august 2019

Tordur J.Niclasen, listi H

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Filip Ilic úr Mjølnir til Italia
Haldið islam av hundan og til úti úr Før…
Tak yvir høvdið fram um spekulatión
Team Klaksvík byrjar aftur leygar­dagin
Eru vit ov krevjandi?
Føroyar hava nú fast pláss í formansskap…
Eirikur: Fiski­vinnan hevur stóran týdnin…
Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu le…
Nýggjársrøða løgmans 2025
Storeldur í einum íbúðarblokki í Esbjerg
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni
Smáu Føroyar vísa Stórabretl­andi vegin
Veðrið í kvøld - tað nýggjasta
Eirikur vitjar Norðlýsið
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?
Ein muslimskur depil er ein miðil til in…