Lýsing
Lýsing

Regional udviklingsstøtte / økismenning og fiskivinnupolitikkur

SKRIVAÐ: Óli M. Lassen reiðari  |  29.08.2019 - 06:44 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Tað er vanligt at lond og felagsskapir eitt nú EU nýta regional udviklingsstøtte bæði til landbúnað og fiskivinnu o.a. . Tað eru jú tí, at nógv lond í miðevropa hava ynskt at koma inn í EU. Eisini er tað kent, at landbúnaðurin í Danmark fær stuðul, tá kreppa rakar. Men tá lond ognartaka dýrt keypt rættindi til at lata til økir, ið hvørki líða neyð ella hava høgt arbeiðsloysi, ber hetta brá av reinari politiskari útlutan.

Tá vit so eisini vita, at tað í fleiri ár eru virðir fyri 10 tals milliónir í uppsjóvarfiski, ið ikki verða fiskað, og tað samstundis vísir seg, at móttakararnir fyri økiskvotum / menningarkvotum als ikki fáa gagnnýtt tilfeingið givið er teimum, vitnar hetta eisini um, at metingarnevndin ikki megnaði menningarpartin.

Eftir stendur at talan í veruleikanum er um politiskan dagsordan, nevniliga at geva útvaldum økjum regional udviklingsstøtte, bert fyri at taka frá sterkum fiskivinnuøkjum og geva til økir, har man roknar við at fáa politiskan vinning. Hetta er einki annað enn ein sosialistisk, kommunistiskt roynd at umfordela rættindir til økir, har hesir flokkar ynskja at standa sterkari.

 

Greining - Menning og menningarkvotur

Skalt tú menna nakað, so er fyrsta treytin, at hetta er vert at menna, og at marknaður er fyri hesum vørum. Tú mást verða sera kapitalsterkur ella hava eina heilt serstaka menningarætlan, sum investorar vilja verða við í. Hetta ger seg vanliga ikki galdandi innan matvøruframleiðslu, men meira innan hi tech og kunningartøkni, at investorar vilja verða við í og ikki smáum menningarætlanum, ið kosta hópin av peningi og hava stóran váða.

Somuleiðis er tað ringur politikkur at føra arbeiðsmarknaðar- ella sosialpolitikk gjøgnum vinnupolitikkin,  har man velur at taka rættindi frá feløgum og økjum og harvið forverra teirra møguleikar, teirra arbeiðsmarknað og skattainntøkur til kommun /sosialpolitikk o.a.

At ognartaka ella stjala keypt rættindi er ikki ílagi

Tað sær út til, at tað í Løgtinginum hevur rótfest seg ein hugsjón sum heldur, at tað er í fínasta lagi at niðurpína partar av flotanum / partafeløg uttan nakra veruliga kompensatión, so hesi feløg kunnu yvirliva. Væl vitandi um at fleiri av hesum feløgum, sum er, hava alt ov vánalig rættindir.

Somuleiðis er Løgtingið komið til ta niðurstøðu, at tey feløg, ið eiga skip ið hava fiskað upsa, hava eksklusivan rætt til nýtt tilfeingið undir Føroyum. Og hinvegin so heldur Løgtingið eisini, at tað er legitimt at taka keypt rættindi og geva til útvaldar bygdir og økir.

Her er eingin linja og eingin politikkur. 

 

Eitt dømi:

Sum dømi kann nevnast, at um 2 feløg hava keypt t.d. uppisjóvarrættindi fyri 100 mió. kr. og hava havt tey í t.d. 10 ár, so kann landið fara inn og siga, at teir eiga at hava fingið vinningsbýti úr felagnum uppá t.d. 20-30 milliónir - so kundi tað verið legitimt, at landið fór inn og kompenseraði og gav feløgunum einar 80 til 70 milliónir aftur.  Um so var, so hevur ein stjórn ella eitt parlament fullan rætt til, at geva ávísum bygdum rættindir aftur / regional udviklingsstøtte. Hetta er til at skilja hjá øllum og kann verða demokratiskt.

Men tá eitt løgting fer inn og gevur rættindi aftur til bygdir / økir, ið hava selt hesi fyri nógvan pening úr økinum, og ikki kompenserar teimum, ið fyri fáum árum síðani hava keypt hesi rættindi, og landið velur at ognartaka hesi aftur, tá er ikki talan um vanligt demokrati.

Vit mugu vekk frá, at tey feløg í náttúruliga reka fiskivinnu, og sum høvdu rættindir áðrenn 2010, ikki áhaldandi kunnu skerjast og samstundis skulu rinda avgjøld til landið. Samstundis sum risa rættindi verða latin í eyst og vest.

Bæði vinnan og landið mugu koma burtur hesi fløkju, og vit sum land mugu finna útav, hvussu vanligar fyritøkur innan fiskivinnu kunnu yvirliva og mennast. Tá reiðarafelagið fer út og sigur, at vit gott kunnu liva við einum ávísum gjaldi fyri at sleppa at fiska, so er spurningurin hvønn verður sipa til.

Eg havi miðskeiðis í 90´gjørt roknskapar greiningar av øllum heimaflotanum fyri Fiskimálaráðið og havi eisini fylgt gongdini seinastu árini. Tann, sum heldur, at partrolarar og djúpvatnstrolarar ella feskfiskalínuskip hava møguleika at rinda avgjald av teirra botnfiskarættindum, hevur ikki lisið roknskapirnar hjá hesum feløgum.  Spurningurin, sum als ikki verður viðgjørdur, er hvussu endurnýggja vit okkara botnfiskaflota, og hvussu kunnu hesi feløg, ið reka fiskiskap eftir, toski, upsa og hýsu, fáa sunnan rakstur.

 

Ófiskaðar menningarkvotur / økiskvotur

Løgtingið er ikki sína uppgávu vaksin, tá man letur ein fiskimálaráðharra verða sitandi, tá milliónavirðir hjá landinum ikki verða gagnnýtt ár eftir ár (hetta er ikki politiskt meint) - óansæð hvør er fiskimálaráðharri, hevur viðkomandi evstu ábyrgd og løgtingið eigur at handla.

Eitt er sikkurt, hetta hevði ikki gingið í danska fólkatinginum. Tað er púra óhoyrt, at tað kunnu liggja ófiskað uppisjóðarrættindi fyri fleiri milliónir í økiskvotum / menningarkvotum.

Her er ikki talan um treytaleyst nærlagni, klokkuklárar mannagongdir og opinleiki, heldur tvørtur ímóti.

 

Eitt sindur um vinnupolitikk og fiskivinnu

Okkara felag hevur nú í eini 25 ár verið við til at halda gongd í samfelags hjólunum, og hava vit landað tilsamans eini 25.000 tons av toski, hýsu og upsa undir Føroyum og Íslandi.

Tey feløg ið blivu stovnað eftir kreppuna í 1990´unum, verða nú í flestu førum avskorin frá at fáa nýggj rættindi, tí tey nú liggja í skeivum økjum og hava fiskað við skeivum reiðskapi og harvið nú ikki fáa lut í nýggjum rættindum undir Føroyum.

Ein av grundarsteinum í fiskivinnulógini var eisini, at feløg, ið verða rakt av niðurskurði, kunnu fáa nýggj rættindi, um hesi eru tøk hjá landinum. Men hesin parturin av lógini hevur so gott sum als ikki verði nýttur.

Fiskivinnulógin byggir eisini á, at tað eru persónar og feløg, ið fáa veiðurættindi. Talan er ikki um skip ella skipabólkar, men um partafeløg ella persónar. Harmiligt at løgtingslimir og landsstýrið ikki vilja skilja hetta og arbeiða hareftir.

Heldur enn at royna at fáa nýggj feløg inn í vinnuna, átti man at hugsavna seg um at skaffa nýggj fiskirættindi til verandi feløg, ið veiða botnfisk, og harvið fingið sunnar og góðar fyritøkur, sum í dag eru staðsettar kring alt landið. Hetta er verulig økismenning.

 

Er rættartrygdin fokin

Sum eg havi víst á, so er ikki ílagi at taka keypt rættindi frá feløgum uttan endurgjald. Nú vil eg lýsa seinastu árini frá 2010 til 2015, hvussu ymiskt man hevur viðgjørt feløg ið reka fiskivinnu.

Frá 2010 til 2015 hava so ymisk feløg, ið fiska við ymiskum reiðskapi sum rækjutrolarar, flakatrolarar, trolbátar og partrolarar fingið tilsamans 789 milliónir krónur í makrelrættindum. Harav hava partrolarar og trolbátar fingið tilsamans 561 milliónir krónur. Í dag (2010-2019) eru vit nokk komin uppá 1.000 milliónir í útlutan av nýggjum makrelrættindum til feløg, ið ikki reka uppisjóðarvinnu.

Tá myndugleikin ár eftir ár kann luta út nýggj fiskirættindi undir Føroyum til so ymisk feløg so sum rækjutrolarar, trolbátar og partrolarar og als ikki kann kompensera feløg ið reka húkaveiðu fyri veldigum niðurskurði í døgum, so er grundleggjandi galið við rættartrygdini hjá feløgum, sum virka í fiskivinnuni. 

Eg fari at biðja tykkum hugsa um, hvussu tit hava viðgjørt ta vinnu sum legði lunnar undir vælferðarsamfelagið, tá tað blivu keypt 60 nýggj línuskip til Føroyar. Og í kreppuni í 1993 loystu fleiri enn 20 línuskip og vóru við til, at fiska landið úr kreppuni.

Spurningurin er tann sami: Hvussu er man komin til, at feløg ið eiga, rækjuskip, flakatrolarar og allur heimaflotin, uttan feløg í eiga línuskip hava rætt til makrelin undir Føroyum saman við nótaskipunum ?

 

Tekur Løgtingið ósakligar og óheimilaðar avgerðir ?

Tá man ikki kann greiða frá, hvussu man kann útluta 100 tals milliónir í nýggjum tilfeingi til feløg, ið eiga trolarar, uttan at vísa á lógargrundarlag, har tað framgongur, at øll feløg í eru í kreppu, ikki fáa sama møguleika, at fáa atgongd til nýggj rættindi og harvið yvirliva.

Tann stóri ósvaraði spurningurin í fiskivinnuni er: Hvar er heimildin til at diskriminera feløg í fiskivinnuni ?

Tí spyrji eg einaferð enn, hvussu eru tit komin fram til, at feløg ið eiga línuskip, eru rættindaleys, tá tað kemur til nýggj rættindi undir Føroyum ?

 

Óli M. Lassen reiðari

siviløkonomur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…