Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eyðgunn gevur Løgmanni og monnunum í samgonguni ábyrgdina fyri at ”vælferðarlógin” endaði í eini skuffu.

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  29.08.2019 - 09:17 Eldri tíðindi Politikkur Tíðindi

Í kjaki á Facebook verður landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, spurd hví ”vælferðarlógin” endaði í eini skuffu í Løgtinginum

Eyðgunn, sum er Landstýrismaður í Almannamálum, ásannar í kjaki við býráðslim hjá Fólkaflokkinum at hon ikki visti at “vælferðarlógin” ikki bleiv løgd fram aftur til aðruviðgerð. Hon ásannar at hetta merkir at onnur mál vóru raðfest hægri og at tað “ikki er so nemt”. Hon ásannar eisini at fleiri onnur mál fingu somu lagni: “Vit vóru eisini samd um bústaðarpakkan og hann datt eisini burtur og fleiri onnur mál…”

Tó er trupult at koma til aðra niðurstøðu enn at landsstýriskvinnan hevur sovið í tímanum, tí hon endar kjaki við at staðfesta:


“…. eg helt eisini at bæði hon og fleiri onnur mál vóru við, men alt hendi so skjótt….”

 

Sí kjak her:


Gunvá Við Keldu:
‪Hvussu ber tað til, at samgongan ikki megnaði at fáa lógina ígjøgnum áðrenn summarfrítíðina?‬





Eydgunn Samuelsen:
Mennirnir avgjørdu‬!


Gunvá Við Keldu
‪... tvs. samgongan var ikki samd um at hon var so vigtig?


Eydgunn Samuelsen:
jú tað haldi eg hon var, men tað vóru onnur viðurskifti ið gjørdu seg galdandi, er ikki altíð so nemt tað heila. Vit vóru eisini samd um bústaðarpakkan og hann datt eisini burtur og fleiri onnur mál.


Gunvá Við Keldu ‪
Nei, nemt er tað ikki. Hugsi at handa lógin var uppií, tá ið formenninir avgjørdu hvat skuldi legghast fyri, fyri at klára tíðarfreisrina?‬  Tá hon ikki var uppií, so kann samgongan ikki hava vetið samd um, at hon hevði so stóran týdning sum okkurt annað?


Eydgunn Samuelsen
Tað var sera kaotiskt, eg helt eisini at bæði hon og fleiri onnur mál vóru við, men alt hendi so skjótt og lat meg ikki siga mei‬ra ☺

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK