Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er undrunarvert, at ein so gløggur politikari sum Sjúrður Skaale tykist halda, at Hanus Hansen og aðrir reiðarar eiga fiskin í sjónum. Teir eiga ongan fisk, men teir eiga brúksrættin, at fiska fiskin, við at útvega sær fiskirættindi - og samfelagið fær ágóðan av hesum bæði við kassa 1 og kassa 2,3 og 4 í skiftandi lutfalli. | Mynd: Sjúrður Skaale.

Spurningurin um ognarskap avgjørdur í 1996

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.08.2019 - 18:40 Leiðarin Politikkur Vinna

Í einum nýggjum valvideo endurtekur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, áhaldandi uppáhaldið um, at tað er við lógini um Sjófeingi, at tað er avgjørt, at ognarskapurin til fiskatilfeingið er vorðið Ogn Føroya fólks. Høgni Hoydal hevur eisini ótroyttiliga endurtikið hetta. Tað er bara ikki satt.

Í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap frá 1994 stendur í §2, at “Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks.”, og í notuni til hesa paragraffina stendur, at hon er broytt 20. mai 1996 við gildiskomu 1. juli 1996.

Soleiðis hevur føroyska fiskatilfeingið verið ognin hjá føroyska fólkinum í minst 23 ár, og lógin um sjófeingi frá 2017 broytti onki hesum viðvíkjandi.

Tað einasta sum hevur verið lutað út undir gomlu lógini um vinnuligan fiskiskap, hava verið brúksrættindi, ongantíð ognarrættindi. So tað er faktuelt skeivt, tá Sjúrður Skaale førir fram, at fiskivinnunýskipanin hevur gjørt fiskin til ogn okkara alra. Tað var hann frammanundan.

Restin av sjónbandinum hjá Sjúrði undirbyggir væl allan kritikkin, sum førdur hevur verið fram ímóti fiskivinnunýskipanini. Sjúrður heldur eins og kritikararnir, at nýskipanin er so illa frágingin, at hon hevur nógvar ábøtur fyri neyðini. Men heldur at hon var kortini neyðug at gera, tí hon staðfesti ognarrættin til tilfeingið. Tað gjørdi hon bara ikki.

Í veruleikanum er ikki stórur munur á tí, sum kritikararnir av fiskivinnunýskipanini føra fram, og so tí, sum Sjúrður Skaale førir fram. Øll eru samd um, hvør eigur fiskin.

Men sum altíð, tá vit hava við eitt lasafar at gera, eru tvær meiningar. Onnur er at vit skifta tað út við eitt nýtt og betri modell. Tað er tann praktiska loysnin. Hin er tann sentimentala, har man er harmur um at missa eitt tól við affektiónsvirði og tí vil pjøssa uppá lasafarið (“fíla og slípa”, sum hann nevnir tað), so tað kann koyra eina løtu afturat. Her er einasti munurin millum Sjúrð og flest allar aðrar kritikarar av fiskivinnunýskipanini, at Sjúrður hoyrir til tann seinna bólkin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu