Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ælaveður fyrrapartin í morgin og út á seinnapartin. Í annaðkvøld regn. | Mynd: nes.fo

Veðrið valdagin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  30.08.2019 - 10:51 Tíðindi Veðrið

Í morgin er valdagur – fyri mong í landinum er hetta ein hátíðardagur.

Í kvøld eru valkaféir opnar kring landið – flokkarnir, sum stilla upp, bjóða veljarum til eitt prát saman við kaffi og køkum og øllum møguligum øðrum.

Í morgin lata valhølini upp, og líka til annaðkvøld, tá ið valhølini lata aftur, hevur verið vanligt at nógv fólk síggjast á gøtuni og taka lut í valdáminum.

Men hvussu fer veðrið at skikka sær í dag og í morgin?

Eitt lágtrýst liggur beint norðan fyri Føroyar í morgun. Tað flytur seg burtur frá Føroyum í dag og í morgin, samstundis sum tað viknar – t.e. minni vindur rundan um tað.

Restina av degnum í dag fer ættin at liggja ímillum útsynning og vestan. Vindferðin fer at liggja ímillum 3 og 8 m/s – tó eina løtu tíðliga í kvøld 5 til 10 m/s – men so verður aftur 3 til 8 m/s seinni í kvøld.

Av avfalli í dag kann sigast, at æl kunnu væntast í støðum kring landið, men sum dagurin gongur, fer tað at vera longri ímillum ælini.

Hitin í dag fer at liggja um tey 10 stigini.

Í morgin – valdagin – fer ættin at skifta til landnyrðing-norðan. Hetta verður tíðliga í morgin-ári. Tað verður lítil vindur, um 3-5 m/s, til seint seinnapartin. Vindurin fer at veksa upp í 8 til 13 m/s um 17-18 tíðina. Fyrst vestanfyri; eitt sindur seinni í Norðoyggjum.

Tað fer at vera ælaveður allan morgin. Um morgunin longri ímillum ælini; seint seinnapartin samregn líka til eftir midnátt. Gevið gætur, at ættin – í hesum føri landnyrðingur-norðan – uppførir seg ymiskt kring landið, so tað fer at regna meiri í støðum og minni aðrasteðs.

Hitin í morgin 9-10 stig, minkar niður í 7-8 stig um kvøldið.

Sunnudagin ímillum útnyrðing og vestan, vindferðin spakuliga minkandi úr 10 til 15 m/s tíðliga á morgni niður í 3 til 8 m/s seint um kvøldið. Ælaveður kann væntast allan dagin – tó ikki líka nógv æl sum í morgin, leygardagin. Hitin sunnudagin fer at liggja ímillum 9 og 11 stig.

Gott vikuskifti

Lýsing
Seinastu tíðindini
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ
21 vilja verða stjóri á KG
KÍ hevði fyrstu venjing í kvøld
At verja Føroyar móti islamismuni er ein…
Nýggi ungdóms­venja­rin hjá B68 komin