Lýsing
Lýsing
Lýsing
Saman við øðrum keypti eg Klaksvíkar Sleipistøð í 2011 og  arbeiði hvønn dag við at menna starvsfólk og virki so vit kunnu verða kappingarfør bæði her í Føroyum og uttanlands.

Føroyingar krevja virðing

SKRIVAÐ: Frimodt Rasmussen  |  30.08.2019 - 14:49 Løgtingsval 2019 Politikkur Tíðindi

Orsøkin til at eg stilli upp er, at eg eri sannførdur um at tað er neyðugt at vit fáa eina semju um tey mest grundleggjandi málini, sum eru frammi í tíðini vit liva í.

Hetta er einasti mátin hjá okkum at fáa virðing aftur inn í føroyskan politikk.

Ein komandi føroysk stjórn byggir á herðarnar hjá teimum sum hava verið frammanundan, men tó er neyðugt, at vit sum bjóða okkum fram til at stjórna landinum, hava neyðugt dirvi til at ásanna og rætta teir skeivleikar, sum eru í dag.

Hetta er neyðugt fyri at fáa eitt samfelag, sum er ført fyri at standa seg í teimum stóru avbjóðingum, ið eru fyri framman.

Vit kunnu øll hava okkara egnu meiningar, men samstundis havi eg eina kenslu av, at føroyska fólkinum tørvar politikarar, ið  megna at røkka út um teir markapelar, sum í dag kunnu tykjast at vera snávingarsteinar fyri einari frílyntari menning av føroyska samfelagnum, samstundis sum vit vísa virðing fyri konservativu virðunum.

Sambandsflokkurin hevur í gott 100 ár havt umboð úr Norðoyggjum og tað var løgtingsmaðurin Klæmint Olsen úr Klaksvík, sum varð valdur á Løgting í 1877, sum saman við 12 øðrum løgtingsfólkum í 1906 setti á stovn Sambandsflokkin hvørs endamál var:

 

….. at samle de Medlemmer af tinget, som ville arbejde for en frisindet udvikling for det Færøske Folk ….. bevarelse af de … Statsretslige Forhold… for at vi ikke skulle komme ind i sådanne usikre økonomiske tilstande som er til Hinder for en solid fremgang….

 

Vilja vit framhaldandi røkka hesum málum er alneyðugt at vit viðurkenna:

Rættin hjá fiskivinnuni og øðrum vinnum at hava tryggar karmar at virka undir, tjóðini til framgongd og stóran vinning. Vinnan ynskir ikki eina uppboðsølu har alt verður selt hægstbjóðandi í tíð og ótíð, sum vit hava hoyrt summi rópa um.

Øll kunnu vit hava okkara egnu privatu hugsan um nógv viðurskifti, men vit eiga at virða rættindi hjá menniskjum av ymiskum samleika og uppruna, eins og vit virða rættindi hjá føroyingum at trúgva.

 

Eitt sera trupult mál er rætturin til lív. Eisini her er avgerandi, at ymisku partarnir sýna hvør øðrum virðing.

 

Eg haldi, at tað stríður ímóti allari rættvísis kenslu og solidariteti, at vit menniskju skulu nokta óføddum børnum rættin til lívið. Eg skilji truplu støðuna sum menniskju kunnu koma í, og tí haldi eg, at vit skulu taka teirra støðu í stórsta álvara og viðgera hetta álvarsmál við virðing og opinleika.

 

Kristnu grundsjónarmiðini hava sera stóran týdning fyri meg persónliga, eins og tað er fyri fjøld av føroyingum.

 

Sum føroyingur og norðoyingur er tað skelkandi at staðfesta, hvussu truplar umstøður nógvir føroyskir sjúklingar liva undir, hóast vit á nógvum økjum hava eitt framkomið heilsuverk.

 

Á fundi við nýggju leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, var eg skelkaður av at hoyra, hvussu vánaligar og ótíðarhóskandi karmar okkara sjúkrahús hevur.  Hóast stórar broytingar í heilsuverkinum, hevur játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús, einans fylgt lønarvøkstrinum í áratíggjur, og sjúkrahúsið hevur verið noytt til at selt burtur av egnum ognum, fyri at fáa fígging til átrokandi ábøtur.  Norðoyingar hava krav uppá eitt vælvirkandi sjúkrahús- og heilsuverk og tað ynski eg í samstarvi við onnur at tryggja.

Eg vil brúka tína atkvøðu til at virka fyri einum framtakshugaðum samfelag, har øll hava tryggar umstøður at búgva, virka og trívast í og sum hevur ein samleika, sum er grundaður á tey klassisku føroysku virðini.

 

Eg ynski øllum eitt gott val.

Frimodt Rasmussen, valevni Sambandsfloksins

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?