Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mist sambandið

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen, H  |  30.08.2019 - 21:00 Løgtingsval 2019 Politikkur

Hví eru so nógvir sosialir ójavnar í føroyska samfelagnum – og hetta í tíðum, har vit, fíggjarliga, ongantíð, hava verið so væl fyri?

Svarið er einfalt:Politikarin hevur mist sambandið við fólkið og hevur ikki nakra føling við, hvussu tey, ið rakt eru av ójavnanum í verunleikanum hava tað! Tíanverri er bæði sympati og empati í alt ov stóran mun horvið úr hugaheimi politikaranna.

Umfram tað, sum tikið er frá pensjonistunum hesi seinastu árini, so gera ójavnar seg galdandi m.a. á hesum økjum:

·       Ójavni á arbeiðsmarknaðinum við atliti til pensjonistar. Fyrr í ár legði landsstýrið uppskot á ting, sum hevði til endamáls, at tað skuldi bera til, at gera mismun vegna aldur t.d. tá ein hevði nátt pensjónsaldur.

·       Ójavni mótvegis teim ið eru millum 18 -66 ár og sum hava ávísan tørv. Her kann bæði verða tørvur á endurvenjingum og tørvur fyri ansing/stulið í samband við , at ein er raktur av demens.

·       Ójavni í samband við bústaðrviðurskiftir teirra, ið hava menningartarn ella annan skerdan førleika. Veit um fók við menningartarni, ið hava verið noydd at flyta frá stað til stað tvær ferðir innan eitt ár. Hetta hóast 200 mill krónur hava verið tøkar at gjørt gott við til nýggjar búðeindir.

·       Ójavnar í samband við bíðilistar til kanning/viðgerð á sjúkrahúsi. Tey, sum hava ráð kunnu fara  uttanlana og gjalda sjálvi – hini mega bíða í tolni.

·       Ójavni í samband við lønarviðurskift. Meðan hin tímalønti arbeiðarin mátti stríðast og strevast fyri at fáa eina lønarhækking uppá góðar 6 kr um tíman og heilsustarvsfólk, eftir tógvi stríð, fingu eitt lønarlyft, ja, so fekk ein bólkur í samfelagnum – ein bólkur sum frammanundan er sera væl fyri, við einum ”pennastrokið” eina lønarhækking upp á kr. 100.000

 

Soleiðis kundi eg hildið á.

Nú, eftir at hava stýrt í 4 ár, lovar tann reyða elitan, at tey vilja fáa hesar og aðarar ójavnar burt. Skulu vit verunliga trúgva teimum, nú staðfest er, at ójavnarnir eru vaksnir, júst meðan hesi sokallaðu ”arbeiðaravinir” hava stýrt hesum landi. NEI, tey hava mist sambandið og ána ikki, hvussu tey, ið rakt eru av ójavninum hava tað.

Tað er staðfest av hagfrøðingi á Hagstovuni, at talið av persónum undir fátækramarkið er vaksið og at tað serliga er talið av pensjonistum, sum er vaksið í hesum bólki.

Nei, lati okkum fáa hjartað inn aftur í politikkin! Tá fara vit at tosað um menniskjur og ikki bara stabbar,kurvar og prosentir.

 

Eiði, tann 29. august 2019

Tordur J. Niclasen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld