Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jørgen Niclasen er formaður í størsta flokki á Føroya Løgtingi, tó at hann ikki fekk flestar atkvøður, tí tað fekk Beinir Johannesen úr Klaksvík | Mynd: kvf.fo

Samgongan er fallin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.09.2019 - 01:33 Leiðarin Politikkur

Fólkið hevur talað. Sitandi samgonga fær 15 tingsessir, andstøðan 18, og hvørgin av nýggju flokkunum kemur á ting á hesum sinni. Vit skulu harafturat venja okkum við eina stóra útskifting í tingmanningini. Eftir øllum at døma fáa vit eisini eina nýggja samanseting í Landsstýrinum, men tað fara komandi dagarnir at vísa.

Ongin kann vera ósamdur í, at Fólkaflokkurin er stóri sigursharrin. Hann fekk 2 tingsessir afturat og hevur nú 8. Í Norðoyggjum gjørdi Fólkaflokkurin sum væntað eitt kanónval, og 3 av 8 tingfólkum floksins eru norðoyatingfólk. Stjørnuskotið mikla er Beinir Johannesen, sum fekk beint undir túsund persónligar atkvøður. Hetta var ein partur av sigursgongdini yvir alt landið, sum Fólkaflokkurin gekk. Í Havn, har Fólkaflokkurin hevur verið veikur, vann hann fast tingfólk við Christiani Andreasen. Teir “gomlu” Jørgen Niclasen, Jógvan á Lakjuni og Jacob Vestergaard stóðu seg væl, og nýggjur maður á tingi er Uni Rasmussen úr Gøtu.

Í Sambandsflokkinum megnaði Frimodt Rasmussen at lyfta arvin eftir Bjørn Kalsø, og gjørdi eitt gott val. Magnus Rasmussen og Bárður á Steig Nielsen konsolideraðu støðu sum sterku menninir í Sambandsflokkinum, Helgi Abrahamsen vekslaði sítt varamandat til fastan sess, og Johan Dahl og Rósa Samuelsen verða aftur at síggja. Valið hjá Sambandsflokkinum var gott, men kortini ikki eins gott og fólkatingsvalið. Flokkurin fær ein tingmann meira og hevur nú 7.

Aksel V. Johannesen gjørdi eitt framúr gott val. Men tað gjørdi restin av Javnaðarflokkinum ikki. Bæði norðoyatingfólkini fullu, og sum eitt plástur á sárið vunnu tey eitt tingfólk í Norðstreymoy við Ingilín Strøm. Annars vóru tað the grand old men, Heðin Mortensen og Henrik Old, sum saman við Bjarna Hammer hildu stand. Djóni Nolsøe Joensen fer frá at vera varamaður til at vera fastur tingmaður, meðan Rigmor Dam fall. Javnaðarflokkurin misti ein tingsess, og alt bendir á, at Aksel eisini missir løgmansembætið, hóast hann ikki vil leggja kongin heilt enn.

Tí allarmest dramatiska úrslitinum stóð Sjálvstýri fyri. Ein fyrrverandi javnaðarmaður er nú einasta umboð floksins, sum misti annað mandatið. Vónin, sum Jógvan Skorheim nú má heingja seg í, er at flokkurin fær ein landsstýrissess og tí fær fyrst valda varamann á ting. Møguleikin er har, men ikki so stórur.

Tjóðveldi misti eitt tingfólk og gekk aftur til 6 umboð, men ikki so øgiliga nógv í prosentum. Merkisvert har er, at øll nýggja tingmanningin hjá Lista E uttan sjálvur formaðurin eru kvinnur. Tingformaðurin Páll á Reynatúgvu og Annita á Fríðriksmørk mistu sæti, og tað gjørdi Katrin Kallsberg eisini, eins og føstu varafólkini Pauli Trond Petersen, Óluva Klettskarð og Ingolf S. Olsen. Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss og Sirið Stenberg hildu tørn saman við Høgna Hoydal, og nývaldar á ting eru Hervør Pálsdóttir og Beinta Løwe.

Framsókn má siga farvæl til Honnu Jensen og heilsa Bjarna Kárason Petersen vælkomnum. Hann er fyrst valdur, og har er onki at ivast í, at hann stendur sera frammarlaga at taka yvir, tá Poul Michelsen einaferð gevst sum formaður. Flokkurin misti sum tann einasti samgonguflokkurin ikki nakað umboð; hann hevur framvegis 2 tingfólk.  

Í Miðflokkinum var ongin broyting, og teir báðir Bill Justinussen og Jenis av Rana halda fram. Her er tó tað áhugaverda, at unga valevnið Steffan Klein Poulsen úr Norðoyggjum fær tingsess, um Miðflokkurin fær landsstýrissess, væl at merkja um landsstýrisfólkið kemur úr tingmanningini. So her verður spennandi at fylgja við.

Tað eydnaðist hvørki Føroyaflokkinum ella Framtakinum fyri rættinum at velja Cannabis at koma á ting á hesum sinni. Flokkarnir fingu einans 167, ávikavist 310, atkvøður. Hinvegin kann stovnarin hjá Føroyaflokkinum nú helst vera vísur í, at hann hevur fingið ávirkað, tí allir flokkar siga seg taka undir við Tunlum Norður um Fjall, tá Hvalbiartunnilin er liðugur. Hetta er helst eitt plástur á sárið.

Nú fer tað at taka eina løtu at skipa nýggja samgongu. Greitt er, at vit um 2 vikur fáa ein nýggjan løgtingsformann, tí Páll á Reynatúgvu fall á valinum. Um vit so eisini fáa ein nýggjan løgmann er tað heilt nógv, sum bendir á, men nú koma fyrst nakrir dagar við uttan iva intensum samráðingum.

Vit á Norðlýsinum vilja ynskja øllum nývaldum og afturvaldum tingfólkum hjartaliga tillukku við álitisessunum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku