Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frits Johannesen í Galerie Focus

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.09.2019 - 10:37 Mentan Tíðindaskriv

Fríggjadagin 6. september kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Frits Johannesen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Mimi Steintórsdóttir sigur nøkur orð um Frits. Johan Hentze og ein annar blæsa í horn, tá framsýningin letur upp.

Framsýningin er opin til 19. september: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu. Á framsýningini eru málningar og smáar innrammaðar tekningar.

Frits Johannesen, f. 1944, hevur arbeitt sum lærari í fólkaskúlanum og verið kórleiðari í mong ár. Hann hevur sýnt fram á málningaframsýningum síðan 1969 í Føroyum, Danmark, Norra og Svøríki. Hann hevur listprýtt: Mentanarhúsið, relieff í sementi til Skjøldurin á Bønhúsinum á Hellunum, træskurð til Studentaskúlan á Kambsdali, træskurð til Sildaverksmiðjuna, træskurð til Hvalvíkar skúla, málað skjøldurin á Fuglafjarðar skúla saman við 10. flokki í myndlist 1997 og  barnagarðin Stropan á Kambsdali.

Frits Johannesen sigur, at í 1991 høvdu Marius Olsen, Torbjørn Olsen og Frits Johannesen málningaframsýning í Folkets hus í Umeå. Tá varð skrivað í Vestbottens folkeblad 25. mai 1991.

Frits Johannesen romantiserer inte utan bearbetar sina motiv synnerligen realististiskt och småt rande i en fundering, som har en viss knytning til vad finska konstnärligt iaktagende författere målare afstedkommer. Exsempelvis Elmer Diktonius för at nämna en som Johannesen syns ha ett visst släktskap med i hans visserligen sarkastiska, men dock varma karakteristik, uttrykt som "missfosterland".

Ja, tað er væl av vatni runnið í á, síðani tá, og penslarnir hava dansað á løriftinum fleiri aðrar dansir, men kanska er tað poetiska ikki so nógv broytt frá hesum degi. Krokodillan var ikki komin upp í myndina, ei heldur altarborðið undir Skalafjalli, ella fjallatónleikarar, Rinkusteinur, snjósóljugentan, skjøldrar, talgildir næmingar og seinasti tónleikarin fer úr Hattarvík, trinu ei heldur dansin....

Flytingar hava altíð verið í listini t.d. í surrialistiskari list. Tá ið vit síggja Grindadrápið hjá S.J. Mikines, so er hvalurin, sum ger ein vørr, fjøðurin, sum er spent. Hetta er sjálvandi hvalurin, sum ger spenningin, sum kann verða øgiligur í einum grindadrápi.... og so váknini, sum eru í handføstum - og leysum lofti.

Krokodillan kann eisini gera ein vørr. Hon hevur livað í eini seksti milliónir ár á Guðs grønu jørð, men í málningunum liggur hon á knøunum á klaverleikaranum í einum boga, ikki  krýkin ella boygd, men í einum árvaknari støðu og lurtar eftir tónleikinum. Her er spenningur í. Nú standa menninir (tónleikararnir) ikki  við  váknum, men bogum og strúka síni ljóðføri. Tangentarnir - bæði svartir og hvítir, dansa á klaverinum og harmonikan við sínum bylgjandi barmi ger eisini ein vørr. So her er nógv rørsla í.... Krokodillan, hon lurtar.

 

Hálvir skjøldrar

Tá ið tú gongur ígjøgnum eina føroyska bygd, so sært tú ofta bert hálvar skjøldrar. Tær nýtist ikki at mála heilar skjøldrar og heil vindeygu, tí fólk vita, hvussu hesi skap síggja út í heilum líki.

Seinni kom hálva hjólið upp í myndina. Einum sinni, eg var á veg heim til Petur Jacob, pápabeiggja, stóð ein hestavognur við hjallin hjá Fíufastur og Thomas í Toftum. Tú sást bert helvtina av hestavogninum og helvtina av hjólinum. Hjólið kom upp í leikin og er nú endað í miðjum vavi. Róðrið, hjólið ella altaringurin er ein hugaverð, sum vit kunnu siga mangt og mikið um.

Kendi franski ekspressionisturin (fauvistur), Henry Matisse (1869-1954), sigur, at okkum nýtist ikki at taka alt við, tá ið málað verður, men bert tað, sum hevur týdning. Soleiðis er eisini, tá ið vit siga frá onkrum, at vit taka tað við, sum vit halda hevur týdning. Sálarfrøðingar fóru undir at vita, um tað var rætt, sum Matisse segði, og komu teir til ta niðurstøðu - jú, hann hevði rætt. Eftir hetta fingu vit Gestaltsálarfrøðina (1920), sum viðgerð sama evni.... 

 

Talgildir næmingar

Vit verða øll meira ella minni talgild (digitaliserað), ja, og børnini stara í henda heim við víðopnum eygum - bæði teldlar, farteldur, fartelefonir fanga barnaeygað. Bakið á tí svørtu farteldunu minnir ikki sørt um tann Svarta Fýrkantin hjá Kazimir Malevich (1879-1935). Hetta var fyrsta optiska myndin, ið varð málað. Hann var ein avantgardi listamaður, og kallar hann sína egnu list fyri: Suprimatismu (supremus-ovast). Tað er ein góður spurningur - hvat goymir seg handan “Tann svarta fýrkantin”? Svarti fýrkanturin er ein ikon, sum letur upp fyri mongum. Bitlarnir, sum børnini trýsta á, lata upp fyri einari margfaldari verð, sum børnini reika um tíðliga og seint.... hetta kann bæði verða til bata og bága. Livst so spyrt.... (Frits Johannesen)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…