Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fáið nú Suðuroynna við í almenna rómin í landinum

SKRIVAÐ: Hergeir Nielsen  |  04.09.2019 - 06:46 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Vit skriva 2019, og føroyska samfelagið fer við oysandi ferð framvið Suðuroynni og hennara møguleikum.

Meðan vit bíða eftir einari størri loysn 8-10 ár frammi í tíðini, eiga vit at bøta um verandi leið sum frægast.

 

Vit eiga at seta ábøtir inn í komandi samgonguskjal, eins og vit gjørdu í 1998 við avtaluni um at dagføra sambandið um Suðuroyarfjørð.

 

Tá fingu vit verandi Smyril, sum var ein fulltreffari, men sum longu nú er vorðin ov lítil og slitin.

 

Fleiri møguleikar eru fyri eini nýggjari dagføring, so at ferðandi um Suðuroyarfjørð merkja, at tey eru ein gyldugur partur av samfelagnum á sama kostnaðarstøði, sum restin av samfelagnum hevur.

 

1.     Smyril skal sigla + ein túr um samdøgurði, og bilar skula kunnað koyra ótarnaðir umborð á Krambatanga frá kl. 5 á morgni.

 

2.     Persónbilar skulu í land áðrenn lastbilar.

 

3.     Ein eyka leið skal skipast Hvalba Sand við katamarani til ferðafólk. Til ber at fremja hesa skipan umvegis heimasíðuna hjá ssl og sms-skipanina, so at ferðin kann bíleggjast áðrenn fráferð og avlýsast, tá ið líkindi ikki eru.

 

4.     Tyrlusambandið skal økjast munandi.

 

5.     Cateringtænastan skal bøtast munandi.

 

Verið nú so røsk, og fái hesar og líkandi avtalur upp á skrift, so at umsitingin ikki kann skeiklað teimum á leiðini fram.

 

Hergeir Nielsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…