Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vísindavøka á ferð kring landið 9.-17- september

SKRIVAÐ: Granskingarráðið  |  04.09.2019 - 15:09 Tíðindaskriv

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Talan verður um fýra tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti. Tiltøkini verða á Sørvágs Bókasavni 9. september, á Bókasavninum við Løkin í Runavík 11. september, Klaksvíkar Bókasavni 12. september og í Skúlanum í Trongisvági 17. september., allastaðni kl. 19.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Ein steðgur verður við kaffi. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.

 

Mánakvøldið 9.9., kl. 19:00 - Sørvágs Bókasavn

‘Siðaarvur í mun til djóravælferð – er hugburðurin broyttur?’, Ása Johannesen, Fiskaaling
‘Vindur og orkugoymslur,’ Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan
‘Livilíkindini hjá føroyska toskaynglinum’, Sólvá Jacobsen, Havstovan

 

Mikukvøldið 11.9. kl. 19:00 - Bókasavnið við Løkin

‘Jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin’, Bartal Højgaard, Jarðfeingi
‘Taraaling og møguleikar við samaling’, Agnes Mols Mortensen, Fiskaaling
‘Siðaarvur – eitt val’, Tóta Árnadóttir, Fróðskaparsetrið

 

Hóskvøldið 12.9., kl. 19:00 - Klaksvíkar Bókasavn

‘Psoriasis-granskingin hjá Lomholt í Føroyum – ein metodisk nútímansgerð’, Anna Katrin Matras, Ílegusavnið
‘Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu’ - 100 ára gamlar hitamátingar – Karin Margretha H. Larsen, Havstovan
‘Sjeytiára kohortan –10 ára endurkanning’ Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

 

Týskvøldið 17.9., kl. 19:00 - Trongisvágs Skúli

‘Um náttúruarv og møguleikan fyri at stovna eina føroyska geopark við støði í Suðuroynni’, Lis Mortensen, Jarðfeingi
‘Grøn orka á sjónum’, Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan
‘Læknastríðið í Klaksvík, Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…