Lýsing
Lýsing
Lýsing

BankNordik nýggjur høvuðsstuðul hjá Støkk

SKRIVAÐ: Bank Nordik  |  04.09.2019 - 15:10 Ítrottur Tíðindaskriv Vinna

Fimleikafelagið Støkk og BankNordik hava skrivað undir avtalu, ið inniber, at BankNordik verður nýggjur høvuðsstuðul hjá Fimleikafelagnum Støkk. BankNordik verður sostatt við til at stuðla einum virknum felagi og fer at verða ein sjónligur partur av fimleikafelagnum.

Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri hjá BankNordik í Saltangará, og Helen Gaardbo, forkvinna í Fimleikafelagnum Støkk, møttust í gjár at undirskriva høvuðsstuðulsavtaluna.

“Nýggja høvuðsstuðulsavtalan við BankNordik ger, at vit hava betri møguleikar og karmar at menna allar íðkarar, limir og venjarar í felagnum. Avtalan gevur okkum møguleika at bjóða limum í felagnum enn betri og spennandi tilboð, og tað fer at hava eina jaliga ávirkan á allar fimleikagreinar,” sigur Helen Gaardbo, forkvinna í Støkk.

“Støkk bjóðar eitt dygdargott tilboð til fólk í øllum aldri, har dentur verður lagdur á at bøta um heilsuna og at menna førleikarnar hjá tí einstaka. Harafturat leggur Støkk dent á at eggja børnum og ungum at vera virkin í nærumhvørvinum. Henda samanrenning gagnar føroyska samfelagnum,” sigur Sæunn L. Nolsøe, ið fegnast um nýggja samstarvið.

Grundhugsjónin hjá Støkk er at geva rúm fyri einstaklinginum í einum jaligum og uppbyggjandi felagsskapi, har likamið fær avbjóðingar við spæli og rørslu. Hesum ynskir BankNordik at stuðla til frama fyri heilsu og rørslu hjá fólki í øllum aldri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri