Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brandur fingið nýggja høvuðsmotor

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.09.2019 - 13:51 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað er nú gingin rúm tíð síðani Brandur var í útróðrartíðindunum hjá Norðlýsinum. Janus Sørensen, skipari og eigari av Brandi sigur, at teir hava ligið stillir nú í umleið 2 1/2 mánaða. Orsøkin er, at teir hava brúkt tíðina at gera ymiskar umvælingar á skipið.

Vit hava skift høvuðsmaskinuna út. Nýggi motorurin er ein Nanni diesel, ið er 330 hk. Gamli motorurin var 210 hk til støddar. Motorurin er keyptur frá Andersens Beding á Strondum. Umframt høvuðsmaskinuna hava vit gjørt umfatandi umvælingar á elskipanina eins og allar pumpur eru skiftar og ymiskt annað. Tað er Pomek, ið hevur staðið fyri at skifta motorin.

Nú eru vit komnir upp undir land við hesum umvælingunum og eru í gongd við at rigga okkum til at fara til útróðrar mánadagin. Konan er umborð og vaskar leggur Janus skemtandi afturat.

Tá vit spyrja hvussu árið hevur royntst higartil, sigur Janus Sørensen, at fyrra hálvár í ár hevur Brandur fiska fyri góðar fýra milliónir. Til sammetingar kann nevnast, at fyri alt árið 2017 fiskaðu teir fyri 3,7 milj. krónur.

Tað er eisini hugaligt at byrja aftur nú, tí teir, sum hava roynt við línuni hesa tíðina hava fingið væl av fiski, so tað sær bara gott út frameftir.

Brandur er einasti størri útróðrarbáturin í Hvannasundi, vanliga eru tveir mans við Brandi ímeðan ein fastur egnari er á landi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París