Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaframløga í Jacqson í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.09.2019 - 16:57 Tíðindaskriv

Stórur áhugi hevur verið fyri bókini “Góða systir. Ein dagbók til Arnvør”, sum Margit Martinsdóttir Baadsager, hevur skrivað.

Fysioterapeutur Martin Eliassen úr Klaksvík, vanliga nevndur GittuMartin, var pápi at bæði Margit og Arnvør.

Mikukvøldið 11. septembur kl 19.00 verður bókin "Góða systir" løgd fram í Jacqson í Klaksvík.

 

Skrá:

Herborg Torkilsdóttir og Rakul Petersen syngja 2-3 sangir.

Tóra við Keldu og Margit M. Baadsager práta um bókina.

Maria á Lakjuni syngur 2-3 sangir.

 

Eftir hetta verður høvi at ogna sær bókina.

 

Um bókina:

Tá ið læknarnir í 2015 síggja okkurt óvæntað í eini skanning av heilanum hjá 38 ára gomlu Arnvør, fara systirin Margit og mamma teirra við fyrsta flúgvaranum til Keypmannahavnar at vera hjá henni.

Arnvør hevur í eina tíð gramt seg um svára høvuðpínu og hevur ikki megnað at hildið freistirnar fyri síni Ph.D. verkætlan. Hon er vorðin sera gloymsk.

Komandi dagarnar á Ríkissjúkraúsinum versnar minni hjá Arnvør framvegis, og Margit velur at skriva henni eina dagbók.

 

"Góða systir" er ein hjartanemandi dagbók frá einari systir til aðra.

Bókin er persónlig og nemur á ein jarðbundnan hátt við evni sum familja, sjúka, viðgerð, trugv, lívsinnihalda, skemt, sorg, endurvenjing og vón, ið bæði sjúkingar og avvarðandi kunnu kenna seg aftur í.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl