Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mundu skapt spenning í dystin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.09.2019 - 21:45 Ítrottur Tíðindi

Føroyar taptu at enda greitt, men talan var um dyst, sum í seinna hálvleiki kundi blivi spennandi, tá Føroyar fingu ein stóran málmøguleika.

Vardu væl í fyrra hálvleiki

Sum væntað setti Spania seg tungt á dystin frá byrjan. Føroyar spældu í einari 5-4-1 líknandi leikskipan, sum vísti seg at rigga væl. Tí Spania kom ikki til nógvar stórar málmøguleikar. Hálvliksstøðan var 1-0 til Spania eftir eitt mál, sum føroyingar hildu vera rangstøða. Tilsamans hevði Spania eini fýra góðar málroyndir, meðan Føroyar høvdu eitt vandamikið álop, sum endaði við langskoti frá Jóannes Bjartalíð. Onkra løtu spældu føroyingar væl ímillum sín og leikararnir tóktust meira tryggir enn móti Svøríki, tá trýst var á bóltinum frá mótstøðuliðnum.

 

Jóannes Bjartalíð fekk stóra málmøguleikan

Í seinna hálvleiki kom Spania beinanvegin uppá 2-0 og fyrsta partin av hálvleikinum var ofta nær við, at tað bleiv 3-0. Men antin bjargaði ein vælleikandi Gunnar Nielsen ella kom okkurt føroyskt bein fyri. Í 73. minutti fingu føroyingar stóra málmøguleikan, sum man sjáldan fær á útivølli móti so sterkum liði. Jóannes Bjartalíð gjørdist púra leysur við David De Gea, men málverjin bjargaði skotinum. Hóast Jóannes ikki skoraði, so fekk hann staðfest hendan dystin, at hann hevur landsliðsstøðið og dygdirnar til at koma til vandamiklu støðurnar, hóast talan var um fyrsta dystin frá byrjan. Eisini kann nevnast, at hinir ‘’nýggju’’ leikararnir, Heini Vatnsdal og innskifti Andrias Eriksen, komu væl frá sínum uppgávum. Teir hava givið venjaranum fleiri møguleikar at stilla liðið framyvir. Móti endanum av dystinum fekk Spania tvey mál afturat til endaliga úrslitið 4-0. Bæði málini skoraði innskifti Paco Alcacer, sum hoyrir til ''sterkastu'' uppstilling hjá Spania. 

 


Uppreisn

Ímun til dystin móti Svøríki, so var talan um nógv betri føroyskt avrik, hóast úrslitið var tað sama. Verjuspælið hekk væl saman í stórum pørtum frá aftasta til fremsta leikaran og málverjin spældi ein góðan dyst. Frameftir kom ein heilt stórur málmøguleiki og onkur góð støða afturat. Hóast Spania spældi við eykaliðnum, so var talan um sera sterkt mótstøðuliðið og 4-0 til Spania er helst eitt úrslit, sum hjá mongum kann koma undir ‘’heiðurligt’’ tap. Stríðsandan og tað at fleiri nýggir leikarar bjóða seg fram við góðum avrikum er nakað, ið kann takast við víðari frá hesum dystinum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð