Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lagið er gott í løgtinginum í kvøld har vit vitjað. Bill Justinussen, Tordur Niclasen og Helgi Abrahamsen vóru sum altíð prátingarsamir. Tað eru fleiri steðgir ímillum fundarumførini og fundast verður eisini í ymsum bólkum | Mynd: Jóhann Lützen

Metingar samgonguaftan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.09.2019 - 21:50 Leiðarin Politikkur

Sum skilst mangla einans seinastu snøklarnir, umframt málsøkjabýtið, so skuldi ein nýggj samgonga verið í pottinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin. Samgongusamráðingarnar tykjast hava gingið sum eftir ánni, burtursæð frá nakað av uttanhýsis rumbli um hjúnabandslógina. Tó tykist ósemja valda um fiskivinnuna, har serliga teir meira liberalu politikararnir úr Sambandsflokkinum ikki vilja tað sama, sum fólkafloksumboðini. Vit loyva okkum harnæst at gera nakrar varisligar metingar av málsøkjabýtinum.

Sum skilst ynskja bæði Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, at Bárður á Steig Nielsen verður løgmaður, hóast Fólkaflokkurin er størsti flokkur. Fyri at tað kann ganga upp, má roknast við, at Fólkaflokkurin fær fleiri málsøkir enn Sambandsflokkurin at umsita. Sostatt fær Fólkaflokkurin helst 4, Sambandsflokkurin 3 íroknað løgmann, og Miðflokkurin tað seinasta, um hildið verður fast um 8 landsstýrissessir.

Stóru atkvøðuslúkarnir Beinir Johannesen og Christian Andreasen hava báðir boðað frá, at teir ætla at halda fram í sínum dagliga yrki, hóast teir eru vorðnir tingmenn. Tað merkir, at teir ikki verða landsstýrismenn. Formaðurin Jørgen Niclasen er sjálvskrivaður til ein landsstýrisess, ið ivaleyst verður fíggjarmálaráðharri og varaløgmaður. Tað kann tó undra, at ein maður, sum ikki er ynsktur sum løgmaður, væl kann gerast varaløgmaður og fíggjarmálaráðharri. Jacob Vestergaard er mest upplagda boðið uppá fiskimálaráðharrasessin, ið hann hevur røkt fyrr. Og so kann hugsast, at Jógvan á Lakjuni fær mentamál, ið hann eisini hevur røkt fyrr, ella hann verður løgtingsformaður. Hesin leistur við at velja teir somu, kann tó elva til eina kós har farið verður úr eini veit yvir í hina og harvið letur hetta upp fyri, at komandi andstøða aftur fær valdið um fýra ár. 

Munandi truplari er at meta um seinasta landsstýrisfólkið, men eitt varisligt boð kundi verið, at Elsebeth M. Gunnleygsdóttir gerst landsstýriskvinna í samferðslumálum.

Sambandsflokkurin kann sum nevnt roknast við at fáa løgmansembætið og tvey landsstýrisfólk. Her er torførari at meta enn viðv. Fólkaflokkinum, ið hevur meira uppløgd boð við tað, at teirra tingfólk hava umsitið málsøkini áður. Rósa Samuelsen er gamaní uppløgd sum landsstýriskvinna í almannamálum, har hon hevur sitið fyrr. Kaj Leo Johannesen hevur verið løgmaður, men tað verður hann ikki aftur. Hinvegin er hann eitt gott boð uppá landsstýrismann í vinnumálum. Men har kann eisini hugsast, at Johan Dahl, fyrrverandi vinnumálaráðharri, fær tann sessin. Eisini eru bæði Helgi Abrahamsen og Magnus Rasmussen boð uppá nýggjar landsstýrismenn.

Miðflokkurin fer uttan iva eftir Heilsumálaráðnum. Hann hevur havt tað áður, og eitt boð kundi verið, at sami landsstýrismaður verður settur aftur, nevniliga Bill Justinussen. Formaðurin í Miðflokkinum hevur av onkrari orsøk ongantíð verið landsstýrismaður, og tí verður hann tað neyvan hesa ferð heldur.

Spurningurin um tingformann verður neyvan ein kardinalspurningur. Vanligt er ikki, at løgmansflokkurin hevur bæði løgmann og tingformann, men hugsast kann, at tað hendir hesa ferð, og at stjørnuskotið hjá Fólkaflokkinum Beinir Johannesen heldur gerst formaður í Fíggjarnevndini, ið er týdningarmiklasta nevndin í Løgtinginum. Hendir tað, er møguligt, at eitt nú Magnus Rasmussen gerst tingformaður. Hinvegin er tað eisini væl møguligt, at Jógvan á Lakjuni, sum sagt, aftur gerst tingformaður heldur enn landsstýrismaður.

Halda hesa metingarnar stikk, fáa vit 6 menn og 2 kvinnur í Landsstýrið, øll úr tingmanningini. Tað merkir, at fyri Fólkaflokkin koma Heðin Zachariassen, Annika Olsen, Brandur Sandoy og Jóhan Eli Lyngvej Poulsen inn sum føst varafólk. Fyri Sambandsflokkin koma Jaspur Langgaard, Erhard Joensen og Edva Jacobsen inn, og fyri Miðflokkin verður tað Steffan Klein Poulsen. Og tað merkir so aftur, at við hesi samgonguni verður alt landið aftur umboðað, við tað at sandoyggin fær ein mann inn við Brandi Sandoy. Sandoyggin fekk onki beinleiðis valt umboð á valinum. Eysturoyggin fær tvey umboð, Norðstreymoy og Suðurstreymoy hvør sítt, Norðoyggjar eitt og Suðuroy tvey.

Alt hetta skal sjálvandi takast við øllum hugsandi fyrivarnum og er bert ætlað sum ein meting, nú freistin at skipa samgongu er úti týsdagin á miðdegi. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin