Lýsing
Lýsing

Eva stórtrívis í handlinum hjá EL-IN

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  10.09.2019 - 18:38 Tíðindaskriv

Eva Elttør er partur av Ung í Arbeiði (UÍA). Hon arbeiðir 2-3 dagar um vikuna hjá EL-IN, og hetta arbeiðið dámar henni sera væl.

Eva greiður frá, at hon fyrr hevur arbeitt í matvøruhandli, men nú møguleikin var at royna okkurt annað gjøgnum UÍA, tók hon av.

-          Eg vildi royna okkurt øðrvísi og mennandi. Eg hugdi eftir myndum av handlinum og gjørdi av at søkja, sigur Eva.

Spurd um hvat hon ynskir at fáa burturúr, at vera ein partur av UIA, sigur Eva, at hon vil gjarna blíva betri til at arbeiða við fólki og tosa við kundar, og um møguleiki er halda áfram, eftir at hava arbeitt teir 140 tímarnir, so er hon eisini spent uppá tann møguleikan, sigur hon.

Ung í Arbeiði er sum kunnugt skipað gjøgnum nýggja starvsportalin, www.uia.fo, sum ger tað møguligt hjá ungum at finna sær viðkomandi starv, ið tey sjálvi eru við til at velja. Tann ungi arbeiðstakarin er tí eisini við at leggja sítt egna arbeiði til rættis.

Eva greiðir frá, at í summarfrítíðini arbeitti hon nógv, men eftir at skúlin er byrjaður aftur, arbeiður hon nakrar tímar, eini 2-3 dagar um vikuna. Henni dámar best, at ráðgeva og tosa við kundan, í mun til í einum matvøruhandli, har ein skal skunda sær fáa vørurnar ígjøgnum kassan.

-          Mær dámar best at tosa við kundar og hjálpa teimum við onkrum. Tað kann gott verða avbjóðandi, tí tað er ikki altíð, at eg kenni vøruna ella fái svarað, tá kundar spyrja, men tá spyrji eg bara Edith, sum er mín kontaktpersónur í EL-IN.

Eva dámar væl og stórtrívist í handlinum hjá EL-IN, men hon ivast í, um hon hevði vilja lært til sølufólk.

-          Mær dámar væl at arbeiða í handli, men eg hugsi at læra til arkitekt ella bakara – tað er púra hvør sítt, so hvør veit hvat tað endar við, sigur Eva at enda.

 

EL-IN HEVUR GOTT SAMSTARV VIÐ UNG Í ARBREIÐI
EL-IN hevur havt góðar royndir av UIA verkætlanini. Eitt nú hevur Maria Biskupstø, ið var partur av Ung í Arbeiðið í 2018, júst fingið fast starv í handlinum, og stjórin í EL-IN hevur frá byrjan tikið væl ímóti samstarvinum við UÍA.

-          Vit mettu, at verkætlanin við UÍA er var so spennandi, at vit vildu gjarna luttaka. Áðrenn var UÍA einans í kommunala virksøkinum, og tá kundi tað draga seg meira um pengarnir, enn um arbeiðið, ið tey ungu lærdu, tí ynsktu vit at vera við, soleiðis at tey kunnu fáa eina góða uppliving frá teirra fyrsta veruliga arbeiði, sigur Hilmar Danielsen, stjóri í EL-IN.
Hann leggur aftuat, at ein fyrimunur er eisini, at fyritøkan og tann ungi saman kunnu finna útav, um tey eru eitt gott ‘match’, og harvið kundi møguleiki verið fyri, at tann ungi kundi at hildið áfram, tá ið verkætlanin er liðug, sigur hann.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tey fremstu fótbóltsfeløg­ini fara avstað…
Áhugaverd framløga um trivnað hjá okkara…
Glíðibreytin
Størru útróðrarbátar­nar vestanfyri í nát…
Safir og Grønanes landa á Kósini í morgu…
Don Quixote aftur á hestbak
KÍ vann stórsigur
Gunvá: Vit fáa onki at vita
Klaksvíkar kommuna respektleys
Gadus siglir heim
U19-lands­liðsleikari gjørt langan sáttmá…
Karl Birgir gav Pochettino føroyska troy…
Morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju
Gott fiskarí í Fuglafirði
Gott fiskarí í Fuglafirði
Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.…
Nakrir útróðrarbátar í dag
Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassa…
Fer grøna orkuskiftið at kosta okkum kas…
1.deild hjá KÍ spælir sín síðsta heimady…