Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyða kolaðist upp
Dragin og Nevið Reyða fara skúmandi út eftir vágni tann 8. august í 1959 á veg til Eysturgrønlands saman við átta øðrum útróðrarbátum, sum fóru yvir um hav á royndarveiðu saman við móðurskipinum Karini K.
Dragin er tann fremri báturin. Hann var bygdur í Keypmannahavn til Leirvíkar í 1945, og fekk navnið Varvasteinur, og har var hann heimahoyrandi í 10 ár. Í 1955 keypti Kjølbro bátin á tvingssilssølu, sum tá fekk egningarskúrar og varð longdur. Í 1964 var Dragin seldur til Fuglafirðar og skifti síðan eigarar nakrar ferðir. Í 1986 keypti Grímur Lassen bátin aftur til Klaksvíkar.
Í 1991 fekk Dragin upphøggingarstuðul, og ringt var at sleppa av við bátin, tí tá var ikki loyvt at søkkja gomul skip, sum hevði verið vanligt nakað frammanundan. Árið eftir keypti eitt felag í Klaksvík bátin frá Grími fyri eina krónu. Næstu árini tóku menn seg saman at savna inn pening, so Dragin kundi umvælast og setast í stand, sum var stórarbeiði. Alt arbeiði at umvæla og nútímansgera Dragan varð gjørt ókeypis, og báturin liggur nú sum eitt prýðiligt seglskip norðarlaga við Stangarbrúgvarnar.
Nevið, sum Nevið Reyða vanliga varð kallaður, varð bygdur í Struer í Danmark í 1947 og keyptur til Sandvíkar sama árið, har hann fekk navnið Stattur. Í 1952 keypti Kjølbro bátin á tvingsilssølu, og tá fekk hann navnið Nevið Reyða. Síðst í 1960 unum keyptu Petur Svøðstein og Niclas Niclasen bátin frá Kjølbro fyritøkuni. Nevið skifti eigarar nakrar ferðir eftir tað.
Onkrar dramatiskar hendingar vóru við Nevinum, eftir at hann varð seldur av bygdini. Í illveðri í februar 1997 sleit Nevið á Kaldbaksfirði og fór á land. Tjaldið fór skjótt til hjálpar, og tríggir mans av Tjaldrinum fóru við gummibáti umborð á Nevið at seta fast, so teir kundu sleipa hann av aftur. Men tá endin strammaði, kom hann upp undir gummibátin, sum hvølvdist, so allir tríggir mennnir í bátinum endaðu á sjónum. Tjaldrið sendi síðan annan bát eftir monnunum, sum vóru í flótidrakt. Tíbetur eydnaðist at fáa fatur á teimum og fáa Nevið aftur á sjógv.
Men longu í september í 1999 var aftur galið, tí tá teir vóru á útróðri, luktaði skiparin og eigarin Sonni Johannesen í Saltangará, sum var einsamallur uppi, lukt og royk úr maskinrúminum. Hann vakti hinar menninar, sum fóru í gummibátin. Teir fingu boð til Tjaldrið, sum kom til hjálpar, og menn av Tjaldrinum royndu at sløkkja. Men har var onki at gera. Nevið kolaðist upp, og fór til botns. Mynd: Hjalmar W. Høgnesen.