Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Árliga Kalsoyarrenningin verður leygardagin

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.09.2019 - 16:00 Ítrottur Tíðindi

So er árliga Kalsoyar Renningin aftur á skránni. Leygardagin 14. september skipar Treysti enn einaferð fyri sera vælumtóktu Kalsoyar Renningini, har runnið verður frá ferjuleguni á Syðradali til Trøllanes. Hetta verður 13. ferð at runnið verður Kalsoyar Renning.

Eins og undanfarin ár, so verður talan ikki um eina rennikapping, men um ein hugnaligan rennitúr. Onkur rennir, onkur gongur og onkur hevur eisini tikið túrin á súklu. Undirtøkan hevur altíð verið góð, og øll eru á einum máli um, at hetta er ein super túrur, sum eigur at verða á hvørjum ári. Fyrsta Kalsoyar Renningin var í 2007, og vit royna aftur í ár, 13. ferð á rað, og vóna at luttøkan verður góð.

“Sam” siglir av Klaksvík kl. 10.00 til Syðradals, og verður byrjað at renna næstan beinanvegin komið verður í land á Kalsoynni. Runnið verður frá ferjuleguni og norður til Trøllanes. Teinurin norður til Trøllanes er 16,5 kilometrar og verður runnið ígjøgnum allar fýra tunnlarnar. Luttakararnir verða tí bidnir um at hava lummalykt/pannulykt við. Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er umleið 7 kilometrar. Á restini av teininum er, størri parturin, ella umleið 5,5 kilometrar í tunnli. Í øllum tunnlunum eru refleksskeltir í síðunum, sum hjálpa væl tá ein hevur lykt. Allir tunlarnir hava mótbrekku á veg norðureftir. Mótbrekkunar í tunlunum blíva flatari fyri hvønn tunnil á veg norður. Vegbreytin í onkrum tunnli er nokkso ósløtt, og tí verða rennararnir bidnir um at vísa varsemi.

Tá komið er í mál á Trøllanes verður gott ábit, kaffi/te og køkur at fáa har. "Sam" siglir av Syðradali aftur kl. 14:20 og kl. 17:35. 

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo) undir tilmelding. Freistin at melda til er úti hóskvøldið 13. september á miðnátt !

Leinkja til tilmeldingina er her: Tilmelding til Kalsoyar Renning 2019
GG: Luttakaratalið er avmarkað til í mesta lagi 100.

Minnast til: Lummalykt/pannulykt, endurskin og skiftiklæðir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd…
SKJÓTT VERÐA EG OG EYÐFINN 1!
Torraskráin leygar­dagin
Heimurin á einum vegamóti
Lýsing