Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kári hjúklar um rútmurnar til Vit elska 90ini

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.09.2019 - 00:53 Tíðindaskriv

Hevur tú verið gestur í Club 20 í 90unum, so hevur tú uttan iva notið rútmurnar hjá Kára Annand Berg. Saman við einari røð av 90ara bólkum kemur plátusnillingurin at upptraðka í Hoyvíkshøllini tann 12. oktober.

Longu í 80unum hevði Kári Annand Berg stóran alsk til tónleikin. Hann byrjaði so smátt at leggja plátur á í ymsum dansistøðum, men tá hann í 1991 varð settur í starv í kult-klubbanum Club 20, kom verulig ferð á. Kári gjørdist skjótt eyðkenda ljóðið av tí Tórshavnska náttarlívinum. Fram um onnur dugdi hann at “lesa gólvi” og halda hýrin í topp. Kári gjørdist ímyndin av einum føroyskum DJ, og var uttan iva ókosni DJ Kongurin í Føroyum í 90unum.

Í 2001 tók Kári lut í kappingini “Ársins DJ Show”. Her skuldi ársins DJ kjósast, og Kári gjørdi bart og vann á øllum. Kappingin hevur ikki verið síðani, so vit kunnu staðfesta, at tað er Føroya Besti DJ sum fer at hjúkla um rútmurnar til Vit elska 90ini tann 12. oktober í Hoyvíkshøllini.

Fammanundan er longu greitt, at Cottoneye Joe, Me & My, Cut ´N´ Move og DJ Freedom fara at framføra til Vit elska 90ini.

Atgongumerki fáast á ebillett.fo. Tað eru tvey sløg av atgongumerkjum. Tú kanst keypa vanlig atgongumerki fyri kr. 395,- ella “Alt í einum atgongumerki”, sum gevur tær atgongd til tiltakið og fría barr í Hvonn básinum. “Alt í einum atgongumerki” kostar kr. 795,-.

 

Vit elska 90ini er stuðla av Atlantic Airways, Okkara og Hvonn.

Seinastu tíðindini
Kvøldskúlin: tilmeldingin letur upp í da…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum