Lýsing
Lýsing
Lýsing
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Klaksvík er landsstýriskvinna í Almannamálum | Mynd: Jens Kristian Vang

Eftir málsøkjabýtið: Útjaðarin uppaftur betur við

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.09.2019 - 13:53 Leiðarin Politikkur

Valúrslitið og skipanin av samgongu gav eina landafrøðiliga munandi breidri samgongu, har øll økini í landinum eru við. Øll tey gomlu valdømini eru umboðað í nýggju samgonguflokkunum. Sandoyggin fekk onki umboð í fyrsta umfari, men eftir at Landsstýrið varð mannað, fingu bæði hon og økið Eystan Múla hvør sín mann, eins og Sundalagið eisini fekk ein. Og í Landsstýrinum sær næstan líka gott út, hóast tey eru meir enn helvtin færri.

Tað sær út til at vera tilvitað, at ABH-flokkarnir eru farnir eftir breiðari økisumboðan í Landsstýrinum. Høvuðsstaðurin hevur 2 landsstýrismenn, mentamálaráðharran og heilsumálaráðharran. Norðoyggjar hava almannamálaráðharran, Eysturoyggin vinnumálaráðharran, Norðstreymoy sjálvan løgmann, Vágar fíggjarmálaráðharran, og Suðuroyggin hevur fiskimálaráðharran. Einans fámenta Sandoyggin hevur onki landsstýrisfólk, men fær sum nevnt ein tingmann í staðin.

Harvið eru 29% úr miðstaðarøkinum og 71% úr teimum seks útjaðaraøkjunum.

Hyggja vit at undanfarna landsstýri, so svingaði tað nakað, men hevði alla tíðina eina yvirvág úr miðstaðarøkinum. Løgmaður, fíggjarmálaráðharrin, fiskimálaráðharrin og uttanríkis- og vinnumálaráðharri sótu alt skeiðið, og tey búðu øll í Tórshavn. Almannaráðharrin var úr Norðoyggjum og heilsumálaráðharrin var úr Suðuroy, og tær sótu eisini alt skeiðið. Mentamálaráðharrin var í góð 3 ár úr Tórshavn og sessurin varð seinastu mánaðirnar sundurbýttur millum miðstaðarøkið og Eysturoy. Øvugt var í samferðslumálaráðnum, har ein suðuroyingur hevði sessin fyrst og ein havnarmaður seinastu mánaðirnar.

Sostatt vóru tað til eina og hvørja tíð minst 5 av 8 landsstýrisfólkum úr Tórshavn og Hoyvík, og ein yvirgang, ið var oktober 2018 til januar 2019, 6 av 8 landsstýrisfólkum haðani. Í prosentum er hetta 62,5% og 75% fyri tann yvirgangin.

Alt undanfarna valskeiðið var onki landsstýrisfólk úr Vágum, Norðstreymoy ella Sandoy. Suðurstreymoy, Norðoyggjar og Suðuroy høvdu landsstýrisfólk alt skeiðið, og Eysturoy hevði eitt landsstýrisfólk í 7 mánaðir. Nú vita vit sjálvandi ikki, um nýggju landsstýrisfólkini sita alt skeiðið, men útgongdsstøðið sær munandi betur út. Ikki bert við útjaðarabrillum, men eisini við eyga fyri landafrøðiligari javnvág.

Hyggja vit síðani eftir varafólkunum fyri landsstýrisfólkini, ið komu á ting 16. september, so býta tey seg soleiðis: Norðoyggjar seta eina kvinnu í landsstýrið og fáa ein nýggjan tingmann í Steffan Klein Poulsen (H). Eysturoyggin fær ein mann í landsstýrið og 2 tingfólk, Edvu Jacobsen og Jaspur Langgaard. Her er vert at nevna, at tey øll 3 eru úr sama flokki (B). Norðstreymoy hevur løgmann og fær Heðin Zachariassen (A) á ting. Suðurstreymoy fær tveir landsstýrissessir og Anniku Olsen (A) á ting. Sandoy fær ongan landsstýrismann, men Brand Sandoy (A) á ting. Og Suðuroyggin fær ein landsstýrismann og Erhard Joensen (B) á ting.

Merkisvert er, hvussu væl alt hetta gongur upp. Landafrøðiliga umboðanin í ABH varð heilt væl spjødd longu valkvøldið, har 6 av 7 økjum vórðu umboðað í ABH-flokkunum. Málsøkjabýtið ger síðani eina frammanundan góða fordeiling uppaftur betri, og tá í bæði Landsstýrinum og viðvíkjandi føstum varatingfólkum.

Í sitandi samgongu eru nú 7 av 7 økjum umboðað í tinginum og 6 av 7 økjum í Landsstýrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum