Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til minnis um Einar Jacobsen av Syðradali K.

SKRIVAÐ: Mildrid  |  17.09.2019 - 19:00 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Hin 17. september 1929 varð pápi, Einar Jacobsen, føddur á Bakkanum á Syðradali K. Pápi var yngstur av 7 systkjum, og foreldrini itu Elspa Sofía (bleiv 103 ár) og Jákup (Bakka-Jákup). Pápi andaðist 76 ára gamal í 2006. Hann livdi við Parkinsonsjúkuni tey seinastu árini. Í dag kundi hann blivið 90 ár, men Várharra hevði aðrar ætlanir við honum. 

Pápi var sjómaður, skiparalærdur á Klaksvíkar sjómansskúla og av raskastu fiskimonnum. Hann var kvikur, arbeiðssamur og sera fiskiligur. Sum 14 ára gamal fór hann til skips. Tá ið hann var heima, plagdi hann at binda troyggjuermar, har mamma hansara bant bularnar. Hann fór fyrsta túrin til skips við útróðrarbátinum Birgir og síðan við Atlantsfarinum. Harnæst var hann m.a. við Pison og í fleiri ár við sluppuni Esther. Hugagóður var hann; bæði arbeiði og frítíð snúði seg um sjógvin. Tá ið hann ikki var til skips, stóð hann á seiðabergi ella var til útróðrar við sínum 4-mannafari, ið kallaðist Gulenni. Hans Jákup Glerfoss, sum var listamálari og giftur við mostur, plagdi at siga, at pápi var listamaður. Jú, tí at pápi hevði listarlig evnir til at fiska nógvan fisk og var serstakliga íðin og dugnaligur í sínum áhugamáli og yrki. Eg minnist, at eg onkuntíð plagdi at vera við honum á seiðabergi. Minnist um 5 árs aldurin, at ein tarvur kom ímóti okkum norðuri í Ánunum. Minnist hvussu bangin eg var í míni úlpu við reyðum fóðri í hettuni, hvørs litur ber orð fyri at øsa tarvar upp. Men her vardi pápi meg undan tarvinum við at lokka hann annan veg, sum gjørdi meg trygga í hansara nærveru. Einaferð fingu vit ein fugl/eina ritu, ímeðan vit vóru á seiðabergi, so rættur veiðimaður var hann. Minnist hvussu erpna, ið eg kendi meg, tá ið ritan kom á døgurðaborðið, tí at pápi dugdi væl at fáa meg at kenna, at eg átti lut í fuglaveiðini– hetta høvdu vit bæði jú fingið niðri í fjøruni á Syðradali á Kalsoynni. Mong eru minnini bæði heima í stovuni/køkinum og úti í náttúruni - í hoyna, seyðahaldi, úti við báti og í egningarskúrinum. Sum føroyingar liva vit tætt at náttúruni, og at kenna til, hvar maturin kemur frá (og ikki bert úr eini frystiboks), er ein partur av føroysku mentanini, sum eg kann takka bæði mammu og pápa fyri. 

 

Pápi var ógvuliga lættsintur, og eg minnist hann ongantíð óðan og ei heldur tosa ringt um nakran persón. Hvønn sunnudag gekk hann á møti í Betesda, tá ið hann ikki var til skips. Hann plagdi at tala Guds orð viðhvørt og mælti ofta til at syngja ávísar sangir á møtunum. Hann dámdi eisini væl at flenna og tvætla. Fastur táttur var at spæla sjavs á jólum, og tað var so stuttligt, tí hann bleiv so spentur, men ongantíð ákærandi, um onkur legði “skeivt” kort á borðið. Tá ið vit gjørdust hálvvaksin, plagdu ofta at ganga tveir sjavsir í senn inni í stovuni á Jørundsgøtu til langt út á næturnar. Minnist eisini sjarmuna við, at hann bukaði turran fisk á einum steini uppi á lørunum inni í køkinum – Eg hoyri og kenni angan av hugnaligu atmosferuni inni í køkinum <3 Ja, minnini eru mong, og eg eri takksom <3 

 

Pápi, takk fyri tann, tú vart <3 Saknurin er stórur - Vit síggjast vónandi í himli ein dag <3 

Tí sum pápi plagdi at siga:

“Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.” (Hebr. 11,1)

 


Mildrid

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…