Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vøllurin við Løkin í Runavík avmyndaður júst sama veg sum lítla lotið fer í kvøld. Tað fer helst at regna, men eg dugi ikki at siga, júst hvussu nógv regn talan er um. | Mynd: Groundhopping.se

Lítil vindur í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.09.2019 - 13:00 Tíðindi Veðrið

Í hesum døgum kemur luftin til okkara av leiðunum yvir Stórabretlandi. Hon leitar sær ímóti Suðurgrønlandi. Tað er ikki nógv ferð í henni; hon er ikki so lýggj enn, men eitt sindur slavin.

Norðan fyri Føroyar trýstir hon á kalda luft, sum er komin av Norðpólinum. Har sum hesar luftnøgdir møtast, er skýggjað og regn. Tað er eitt slíkt brúgvalag, sum væntast at liggja ímillum Føroyar og ìsland í kvøld.

So, tá ið KÍ fer at spæla ímóti NSÍ í kvøld á leikvøllinum við Løkin í Runavík, fer tað vera eitt lítið lot úr landsynningi-suðuri – vindferðin um 5 m/s – og skýggjað og løtur vð regni.

Hitin fer at liggja um 7-8 stig.

Her av veðurredaksjónini á Norðlýsinum verður ynskt ein góðan dyst, og koyr á KÍ!!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skjótt at byggja
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið