Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Heri Joensen/fsf.fo

Nú fáa klaksvíkingar dómara og linjuverja í Betri Deildini hjá monnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.09.2019 - 14:03 Ítrottur Tíðindi

Fyri fyrstu ferð síðani Lassin Isaksen dømdi, skal ein klaksvíkingur aftur døma í bestu deildini hjá monnum.

Tá B36 og ÍF møtast í Gundadali sunnudagin, so verður tað við einum klaksvíkingi sum dómara og einum klaksvíkingi sum hjálpardómara. 24 ára gamli Áron Sofus Vest skal døma sín fyrsta dyst í bestu deildini, meðan 20 ára gamli Kristian Gunnar Joensen verður hjálpardómari. Báðir vóru m.a. í somu leiklutum til steypafinaluna hjá kvinnum í fjør. Teir hava verið dómarar og hjálpardómarar í lægri deildum síðstu árini. Hetta er fyrstu ferð síðani Lassin Isaksen, ið nú er dómaraleiðari hjá FSF, at ein klaksvíkingur dømir í bestu deildini hjá monnum.

 

Verður nakað serligt

- At vera tann fyrsti at døma fyri KÍ og Klaksvík í bestu mansdeildini sum dómari (les: sum dómari, ikki hjálpardómari) síðani Lassin Isaksen gavst fyri 13 árum síðani eru sanniliga stórir skógvar at fylla. Tað er mær ein æra og heiður at sleppa tað. Tað stutta av tí langa er, at eg eri ómetaliga takksamur fyri tað álit og ta ábyrgd, ið mær er víst. Nú skal eg vísa, at eg eri uppgávuna vaksin og fari eg at gera mítt besta. ''Debut'ina'' fært tú aldrin aftur, so hetta er nakað heilt serligt, sigur Áron Sofus Vest við Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið