Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fleiri enn 200 á mansstevnu í brennandi sólskini í Zarepta

SKRIVAÐ: Zarepta  |  21.09.2019 - 19:00 Tíðindi

Hetta vikuskiftið, 20-22. september, eru fleiri enn 200 menn úr øllum landinum savnaðir á mansstevnu, har stórur dentur verður lagdur á gott samfelag, hugna og góðan felagssang aftur við boðskapum, sum taka støði í evninum “hin heilagi baragin”.

Tað er nakað heilt serligt, tá ið menn hittast og gista undir sama taki í eitt vikuskifti, og soleiðis er eisini hesaferð á mansstevnuni í Zarepta i Vatnsoyrum, har veðrið hesaferð eisini spælir ógvuliga væl við.

 

Boðskapir og samrøður eru á skránni um tær freistingar og avbjóðingar, sum maðurin í dag verður útsettur fyri, og hvat vit, menn, kunnu gera fyri at verja okkum í øllum hesum.

 

Millum spurningarnsr, sum settir verða, eru eitt nú, um HARRIN Jesus er mentur at broyta okkara lív, og hvussu menn hava upplivað at møtt HARRANUM í teirra lívi.

 

Húsið er væl fylt av monnum, sum fylla væl upp, bæði í matarhøllini og í salinum, har sangurin gongur avbera væl aftur við nógvum ymiskum ljóðførum, sum menn hava við sær á mansstevu.

 

Leygardagin seinnapartin eru ymiskir aktivitetsmøguleikar á skránni, so sum fótbóltskapping, svimjing í spildurnýggju svimjihøllini, gongutúrar í haganum, rundsýning í krígssavninum, sum er ávegis innrættað í nýggjum hølum við flogvøllin o.s.fr.

 

Ein áhugaverd og gevandi mansstevna, sum dregur nógvar menn, og har endamálið er at uppmuntra, endurnýggja og styrkja hesar til at fara útaftur í dagligdagin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper
Jóla­heilsan frá grønlendska rækjutrolara…
Jóla­heilsan frá Svend C
LARS LØKKE OG METTE FREDERIKSEN
Nýggjársbumban: HOGNI • Danny & The Veet…
Svimji­felagið NEPTUN
Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo
Jóla­heilsan frá Heimdal R