Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mjølnir hevur tríggjar leikarar við landsliðnum. Steffan R. Olsen, Thorvald Danielsen og Trygvi Hansen | Mynd: fbf.fo

Flogbóltur: Føroyar hýsa EM-kapping hjá monnum

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  26.09.2019 - 13:58 Ítrottur Tíðindaskriv

Vikuskiftið 4. – 6. oktober verður høllin á Hálsi karmur um EM fyri smátjóðir í flogbólti hjá monnum. Talan er um kapping skipað undir SCD, sum er felagsskapurin fyri smátjóðir í Evropa, og sum er partur av CEV - Evropeisku flogbóltsamgonguni. Vinnarin kann kalla seg meistara í flogbólti fyri smátjóðir í Evropa.

 

Tórshavn vertsbýur – altjóða puljan undir ÍSF

Høllin á Hálsi er karmur um EM-kappingina. Alt verður skipað eftir hægstu kravfestingum fyri slík tiltøk. Hóast høllin ikki stendur øll altjóða mát, skal ikki verða sagt, at alt annað ikki er 100% í lagi. Tað verður tað!

 

Havnin er aftur hesaferð vertsbýur. Saman við serligu altjóða puljuni undir ÍSF, sum veitir fíggjarligan stuðul til slík altjóða tiltøk í Føroyum, er tað møguligt at bjóða føroyingum hetta serliga høvið at síggja tað besta innan føroyskan mansflogbólt. 

 

4 sterk lond kappast

Føroyska manslandsliðið skal rættiliga í eldin. Tað eru sterkar tjóðir, ið koma til Føroyar at kappast. Ísland, Skotland og Grønland fara saman við Føroyum at dystast um heiðurin. Hetta eru øll lond, ið vit hava leikt ímóti fyrr. Grønland á Oyggjaleikum, og Ísland og Skotland í sambandi við kappingar fyri smátjóðir.

 

Av tí at tað er langt ímillum, at vit hava landsdystir ímóti hesum londum, er trupult at meta um styrkina, men bæði Ísland og Skotland hava havt góð úrslit seinnu árini og hava verið virkin á altjóða pallinum. Tá ið tað viðvíkur Grønlandi er talan um eitt lið undir uppbygging, men Grønland hevur fyrr givið Føroyum sterka mótstøðu á Oyggjaleikum.

 

Dystarskipan

Tað verða leiktir 2 dystir hvønn dag frá fríggjadegi til sunnudag. Dystirnir verða leiktir soleiðis:

 

Fríggjadag 4. oktober

Kl. 16.00         Skotland – Ísland

Kl. 18.30         Føroyar – Grønland

 

Leygardag 5. oktober

Kl. 16.00         Ísland – Grønland

Kl. 19.00         Skotland – Føroyar

 

Sunnudag 6. oktober

Kl. 14.00         Grønland – Skotland

Kl. 17.00         Føroyar - Ísland

 

Koyrið á Føroyar!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Tussj: Fleyr og Mjølnir í Challenge Cup
Sátt­mála­krøv­ini handaði
Fosturforeldra­felagið 25 ár: Vit ynskja…
Jóhan vil hava nýggja fiski­veiðuavtalu v…
Dalsenni 11.000 pund
Norðlýsið blaðið í gerð
Brynjar og Rógvi saman við lands­stýrisfó…
Jóla­trøini
Fakfelagssamstarvið spyr enn einaferð sa…
Mjølnir vann fjórða sigurin á rað
Veðrið í vikuni
Úrslitið frá lands­seyðasýning­ini 2025
Mjølnir á heimavølli næstu tíðina
Føroyar vunnu smálandakappingina
SÍ koppaði Mjølni
Hátíðarløta fyri Norðoya Listafelagi
Norðoya Gongufelag: Morguntúr kl. 8.00
Fosturforeldra­felagið 25 ár
Tobbi - okkara støða er framvegis púra g…