Lýsing
Lýsing
Lýsing
Býráðsfundurin byrjar kl. 17.30 og kann stroymast | Mynd: klaksvik.fo

Skulu taka støðu til nøvn og skjótibreyt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.09.2019 - 15:52 Mentan Politikkur Tíðindi

Á skránni fyri býráðsfundin í kvøld, sum er rættiliga drúgv, skal býráðið millum annað taka støðu til nøkur staðarnøvn og staðseting av einari skjótibreyt í Klaksvík.

Nýggja økið, sum kommunan hevur gjørt kring standmyndina av Elinborg Lútzen, skal navngevast. Gøtunavnanevndin hevur skotið upp, at navnið verður “Klaksvíkstrøð”, tí hetta er einasta grøna økið, sum er eftir av gomlu Klaksvíkstrøðni. Mentanarnevndin hevur tikið einmælt undir við uppskotinum, og tí verður vantað, at hetta verður samtykt í kvøld.

Eitt annað mál, sum eisini er á skránni fyri fundin í kvøld, er staðseting av einari skjótibreyt í Klaksvík. Í málinum verður upplýst, at fundur hevur verið millum borgarstjóran, vinnu- og mentanarstjóran og ein av eldsálunum handan verkætlanina við skjótibreyt, har staðsetingin á Bumshamri varð umrødd. Nevndirnar taka undir við staðsetingini, og líkt er til, at hetta málið eisini verður stemma ígjøgnum á fundinum í kvøld.

Býráðsskráin kann lesast her. 

Býráðfundurin byrjar kl. 17.30, er almennur og kann stroymast her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…