Lýsing
Lýsing
Lýsing

Soleiðis skal tað vera!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.09.2019 - 12:00 Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Í gjár hátíðarhelt Norðoya Sparikassi sín 100-ára føðingardag. Og hátíðarhaldið var eitt tiltak, ið gjørdi alt rætt. Líka frá tí tónlistarliga yvir tað gastronomiska til tað bókmentaliga og kørmum viðvíkjandi, gekk alt upp í eina eind, sum teir 40 stovnararnir frá 1919 uttan iva høvdu verið positivt ovfarnir av.

Fleiri munnu við sakni minnast aftur á ábyrgdararaborðhaldini hjá Norðoya Sparikassa miðskeiðis í 1990’unum, so góð vóru tey. 100-ára haldið var í júst sama anda, bara nógv størri. Eins og tá varð KÍ-Høllin karmur um føðingardagin, men hesaferð var ein heil høll afturat sett av til børnini, og øll, høgur sum lágur, vóru vælkomin. Tað høvið nýttu sanniliga eisini mong, og haldið var minniligt.

Norðoya Sparikassi eigur eitt stórt pláss í hjartanum hjá serliga norðoyingum, og eisini hjá fleiri í nærumhvørvinum, eins og hjá teimum, ið eru búsett aðrastaðni, men hava røtur í Norðoyggjum og sum framvegis hava Norðoya Sparikassa sum peningastovn. Eystari parturin av Eysturoynni og Norðoyggjar hava í meira enn eina øld verið bestu vinarøki, og Norðoya Sparikassi eigur eisini eina deild og fleiri hjørtu vestaru megin Leirvíksfjørð.

Stjórin Marner Mortensen beyð vælkomin, og eftir tað koyrdi alt á skinnarum. Gunnar Nolsøe yvirtók mikrofonina og stýrdi tiltakinum við hepnari hond allan vegin ígjøgnum. Nevndarformaðurin John P. Danielsen hugleiddi um týðandi viðurskifti á leiðini hjá Norðoya Sparikassa hesi seinastu 100 árini. Lokalu fyritøkurnar leveraðu rávøruna, sum meistarakokkurin Gutti Winther gandaði um til leskiligar munnbitar og fantastiska súpan, sum eins og baksturin var framúr.

Størsta innslagið á tiltakinum var helst bókin hjá Helga Jacobsen, Norðoya Sparikassi 100 ár – Vegurin til vøkstur og vælferð, sum Sparikassin gav øllum púra ókeypis. Bókin er at síggja til valaverk, flott og bærilig og verður uttan iva spennandi at lesa. Men eitt ikki minni forkunnugt innslag var undirhaldandi og lívliga samrøðuna millum Føroyavinirnar við stóra F, Lars Løkke Rasmussen, ið hevur eitt serligt tilknýti til bygdina við Gjógv, og Anders Lund Madsen, ið hevur eitt serligt tilknýti til Fugloynna. Hesir báðir “stjólu showið” eina løtu, og teir vóru bæði væl upplagdir og serstakliga fólksligir, júst sum vit kenna teir úr miðlunum.

Alt tiltakið bar dám av at vera professionelt og væl fyrireikað, og tað merktist, at sparikassin uttan iva hevur brúkt drúgva tíð uppá planleggingina. Ein sera talsterk manning, har ítróttarfeløgini i býnum vóru væl umboðaði, syrgdi fyri, at onki nakrantíð manglaði av nøkrum á teimum ymisku básunum, og fryntligu starvsfólkini vóru hjálpsom og fyrikomandi allan vegin. Ongantíð vantaði hvørki vátt ella turt, heitt ella kalt. Sera væl umhugsað var barnatiltakið beint við síðuna av eisini, sum gav foreldrum og børnum eitt helst kærkomið høvi at vera bæði saman og saman við egnum javnaldrum eina løtu.

Stórt punktum varð sett á Akursmørk við fýrverki kl. 19, og ein hundrað ára føðingardagur, sum allir fyrireikararnir kunnu vera stoltir av, og sum føðingardagsgestirnir fara at minnast leingi, var komin at enda.

Ein kann ikki annað enn ímynda sær, at um stovnararnir Thomas Juul, Jógvan og Símun Petur Zachariasen, Olaf á Stongunum og Kjølbro skoðaðu yvir tiltakið í dag, so høvdu teir eitt stórt smíl á varrunum og vóru ernir yvir, hvussu væl teirra lívsverk er komið undan. Væl slóðaðu teir fyri, væl er viðlíkahildið og væl er sett við síðani.

Hiðani skal enn einaferð ljóða eitt hjartaliga tillukku, Norðoya Sparikassi!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB