Lýsing
Lýsing
Lýsing
Helgi Jacobsen signerðar 100 ára føðingardagsritið í KÍ høllini | Mynd: Oliver Joensen

Norðlýsið og Norðoya Sparikassi partar av somu symbiosu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2019 - 06:37 Leiðarin Mentan Vinna

Helgi Jacobsen, rithøvundurin, ið hevur skrivað 100-ára føðingardagsritið “Norðoya Sparikassi – Vegurin til vøkstur og vælferð”, heldur samspælið millum Føroya elsta peningastovn og lokalblaðið í Norðoyggjum hava gingið upp í eina hægri eind. Sera áhugavert var eisini at hoyra, hvussu suðuroyingar og norðoyingar høvdu inspirerað hvønn annan.

Norðlýsið er fyrsta lokalblaðið í Føroyum, men tað vardi bert nakrar mánaðir, so høvdu suðuroyingar eisini eitt lokalt blað við tí meira landsfevnandi heitinum Føroyatíðindi. Og tað var í hesum blaðnum, altso Føroyatíðindi Suðuroynni, at fyrsta hugskotið til ein peningstovn uttanfyri miðstaðarøkið varð sett á prent. So ein kann siga, at suðuroyingarnir kvitteraðu fyri góða hugskotið við einum lokalblaði við at geva eitt minst líka gott hugskot hin vegin aftur við einum lokalum peningastovni.

Tað skuldi tó vara góð 25 ár áðrenn Suðuroy fekk Suðuroyar Sparikassa. Hann varð stovnaður í 1943. Ein orsøk til hetta var, at sýslumaðurin í Suðuroy var umboðsmaður fyri Færø Amts Sparekasse í Suðuroy, og tað tí ikki var eins neyðugt við egnum peningastovni í Suðri tá. Suðuroyingar kundu fara til sýslumannin við avlopspengunum og fáa hann at taka sær av teimum. Norðoyingar máttu hinvegin passa sær løgir at fara allan vegin til Havnar við teimum, ella biðja onkran annan, ið fór suður, taka teir við sær, eitt nú postboðið. Men fólk aftraðu seg við at lata sín reiða pening upp í hendurnar á øðrum.

Symbiosan í Norðoyggjum var hugsjónarlig. Í staðin fyri at síggja frambrotini í Norðoyggjum sum einstakar fyritøkur, ið brutu fram, so vóru tær heldur liðir í eini felags frambrotshugsjón, har fiskivinna, vinnulív annars, keypmansskapur, peningastovnur og fjølmiðil øll spruttu úr tí spírandi ídnaðarsamfelagnum. Innan fiskivinnu vóru suðuroyingar fyrstir og vístu kósina, og norðoyingar tóku við kynstrinum og víðarimentu tað í samspæli við annan framburð í økinum.

Tað var tí á ongan hátt av tilvild, at somu hugsjónarmenn gingu aftur í fleiri av frambrotum. Kjølbro og Olaf á Stongunum innan keypmansskap og sparikassan, vinnulívsmaðurin Símun í Vági við bryggjaríi, bakaríi og sum ein av teimum 40 handan sparikassan – eins og hann var stórur stuðul hjá Føroya Fólkaháskúla –, og okkara egni Símun P. Zachariassen, ið stovnaði bæði Norðlýsið og var meðstovnari av Sparikassanum.

At útjaðarin soleiðis hevur íblást sínámillum, og framburðsmenn í Norðoyggjum hava staðið saman, er sanniliga gingið upp í eina hægri eind. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París