Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vitan, ið fremur – Svøvnkøva

SKRIVAÐ: Klaksvíkar sjúkrahús  |  01.10.2019 - 17:41 Myndarøð Tíðindaskriv

Klaksvíkar sjúkrahús bjóðaði 24. september kommunulæknum og starvsfólkum, ið virka á kommunulæknamiðstøðum í Føroyum, framvið til eina vitanarríka framløgu um svøvnkøvu (svøvnapnø).

Framløgan var ein liður í arbeiðinum í samband við at skipa svøvnkøvuviðgerðina í Sjúkrahúsverki Føroya. Til framløguna var serlæknin í svøvnkøvu frá Vejle Sygehus, Eline Garntzhorn, lungnamedisinari komin til Føroyar.

Endamálið við framløguni var, at varpa ljós á sjúkuna og viðgerðargongdina á Klaksvíkar sjúkrahúsi - m.a. hvørji eru sjúkueyðkenninini, hvussu verður ein greining av sjúkuni framd og staðfest, og hvussu arbeitt verður við at fáa tey røttu tólini til vega til sjúklingarnar. 

Sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið vara av svøvnkøvu-ambulatorinum vístu í verki, hvussu arbeiðið í ambulatoriinum fer fram.  

Svøvnkøvu ambulatoriið varð alment latið upp 13. august 2019. Væntast kann at ímillum 1.000 og 1.500 fólk í Føroyum líða av svøvnkøvu. Klaksvíkar sjúkrahús hevur higartil sæð umleið 200 sjúklingar. Flestu hava fingið staðfest, um tey eru rakt av svøvnkøvu og hava fingið tólini til vega, onnur hava fingið staðfest sjúkuna, men bíða eftir tólinum, og aftur onnur hava verið til kontrol.

Í dag er bíðitíðin eftir tólum heilt upp til 8 vikur. Klaksvíkar sjúkrahús harmast sjálvandi um bíðitíðina, og arbeiðir tí við at finna eina loysn, sum kann minka um bíðitíðina. 

Samanumtikið eru Klaksvíkar sjúkrahús og Vejle Sygehus fegin um samstarvið og arbeiðið. Kvøldið endaði við einum ábiti og vitanardeiling millum luttakararnar, serlæknan frá Vejle Sygehus og starvsfólkini á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Fyri at koma til kanningar á ambulatoriinum fyri svøvnkøvu, mást tú fyrst venda tær til kommunulæknan, sum ávísir.  

Myndir frá tiltakinum síggjast niðanfyri.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági