Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gongdin á prísinum á alilaksi á Fish Pool marknaðinum.

Inntøkur frá tøkugjaldinum kunnu svinna burtur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.10.2019 - 09:20 Politikkur Tíðindi

Í fíggjarlógini verður roknað við eini inntøku á 154 mió.kr. frá tøkugjaldinum á alivinnuna. Í løtuni liggur marknaðarprísurin á tætt at niðasta markinum í lógini, sum inniber, at tøkugjaldið lækkar frá 5% higartil til 0,5% av virðinum á tøkuni.

Í grein um framlagda uppskotið til fíggjarlóg fyri 2020 vísir Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, á nakrar av møguligu avbjóðingunum á inntøkusíðuni. Her vísir búskaparfrøðingurin millum annað á, at inntøkurnar frá tøkugjaldinum á alivinnuni kunnu blíva munandi lægri enn tær mettu 154 mió.kr. Orsøkin er, at marknaðarprísurin í løtuni niðanfyri markið á 36 kr/kg, tá tøkugjaldið sambært lógini lækkar frá 5% til 2,5% av tøkuvirðinum.

Johnny í Grótinum greiðir í greinini frá, at marknaðarprísurin fyri alilaks í løtuni liggur á niðasta markinum. Eftir at hava ligið væl omanfyri 36 kr/kg higartil í ár, so er prísurin á North Fish Pool hjá Oslo Børs í hesi vikuni neyvt 32 krónur fyri kilo. Lækkar prísurin eitt vet aftrat, verður tøkugjaldið bert 0,5%.

Hinvegin vísir búskaparfrøðingurin tó eisini á, at sonevndi “forward” prísurin á alilaksi á Oslo Børs týður upp á, at laksaprísurin fer at hækkað aftur í november og fer at liggja omanfyri 36 kr/kg í 2020. Tí er grundarlag fyri framløgdu inntøkumetingini á 154 mió.kr. Skuldi laksaprísurin tó hildið sær undir 36 kr/kg í 2020, vil landskassin bert fáa ein part av teimum mettu 154 mió. kr. í inntøku frá alivinnuni. 

Tað var í desember í 2018, at táverandi samgongan samtykti uppskot frá Poul Michelsen um broyting í lógini um tøkugjaldið á alivinnuna. Broytingin innibar, at tøkugjaldið bleiv hækkað frá 4,5% til 5,0% fyri at skaffa landskassanum 16,5 mió.kr. meira í mettum inntøkum í 2019. Men hetta er tó bert galdandi, um marknaðarprísurin fyri alilaks er hægri enn 36 kr/kg. Áðrenn lógarbroytingina í fjør var hægsta prísmarkið 27 kr/kg, meðan lægsta prísmarkið var tá 23 kr/kg. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru
Upptakt: NSÍ-KÍ
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.…
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur
Nevza kappingin serva í gongd
Kjøthandilin letur upp aftur mánadagin
Føroyar ímóti Onglandi og Íslandi í dag
Seyða­hundakapping á Viðareiði leygardagi…
FM Radio: KÍ er elitufótbóltur
Eingin háruskráseting í 2025
Geiður sigur til VÍF