Gera vit tað ov torført at vera íverkseti?
Vit siga, at vit ynskja eitt sterkt vinnulív í Føroyum, men spurningurin er, um karmarnir fylgja við.
Veruleikin hjá mongum íverksetum er, at tað gerst ov tungt fyrisitingarliga.
Tá tú stovnar egna fyritøku, rindar tú til fleiri skipanir, bæði sum arbeiðsgevari og sum lønmóttakari.
Tað tykist sum, at skipanin er gjørd til stórar eindir, og hetta rakar serliga tey smáu.
Tey, sum royna at skapa nakað nýtt.
Hetta er ein spurningur um, hvørja kós vit ynskja fyri hetta landið, vit búgva og virka í.
Ynskja vit eitt samfelag, har tað er lættari at skapa og taka ábyrgd?
Ella eitt, har skipanir gerast ein forðing?
Mítt ynski er, at vit hava færri forðingar, og heldur leggja dent á, at geva rúm fyri menning.
Einfaldari skipanir
Og rættvísari treytir fyri íverksetar
Tað skal loysa seg at arbeiða, og at vera íverkseti.
Tað skal loysa seg at byggja eina fyritøku upp úr ongum.
Tí tað er júst her, arbeiðsplássini verða skapt. Arbeiðspláss, sum við tíðini vaksa.
X við A
X við Rannvá Isksen