Valveðrið
Veðrið er nokkso skiftandi í hesum døgum. Lágtrýstini ganga beint ímóti okkum, og er bert ein lítil broyting, hvønn veg tey fara ella hvussu skjótt, broytist forsøgnin hjá okkum eisini.
Til valdagin í morgin eru forsagnirnar broyttar eitt sindur alla tíðina. Hetta er tann nýggjasta forsøgnin.
Valdagurin byrjar við góðum veðri. Um morgunin eru 3 til 8 m/s av landnyrðingi, hálvskýggjaðum lofti og ongum avfalli.
Út fyrrapartin minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og ættin fer at ganga úr landnyrðingi niður í landsynning.
Seinnapartin veksur vindurin eitt sindur av landsynningi, upp í 5 til 10 m/s. Skýloftið skiftandi og kanska okkurt ælið.
Seint seinnapartin ella tíðliga um kvøldið fer vindurin at veksa. Ein tíma ella tveir áðrenn valhølini lata aftur er vindferðin komin upp í 10 til 15 m/s, samdrigið og sum frá líður fer at regna ella kava.
Seinastu løtuna, valhølini eru opin, eru 13 til 18 m/s av suðuri, samdrigið og regn.
Seint um kvøldið støkkur hann vesturum til útsynning, vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s, og tað slítur í – tó ælaveður.
Hitin í kvøld og fram til á middegi í morgin úr 3 kuldastigum upp í 3 hitastig; seinnapartin upp í 5 hitastig.