Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýrið hevur eina stóra avbjóðing fyri framman at fáa eitt nøktandi avlop á fíggjarlógini fyri 2020 | Mynd: Jóhann Lützen

Fíggjárlógin skal broytast – men til hvat?

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  03.10.2019 - 08:15 Politikkur Tíðindi Vinna

Mánadagin 30. September 2019 legði Jørgin Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sítt fyrsta uppskot til fíggjarlóg fram. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2020 er tó bert eitt fyribils uppskot, tí Landsstýrið boðar samstundis frá, at broytingar verða gjørdar seinni í ár. Hvussu síggja inntøkurnar á fíggjarlógini út? Og hvørjar broytingar kunnu hugsast at blíva gjørdar?

 

Sambært stýriskipanarlógini skal uppskotið til fíggjarlóg fyri 2020 latast Løgtinginum áðrenn 1. oktober í ár. Vegna stutt skotbrá hevur nýggja landsstýrið ikki havt stundir til at fyrireika ætlaðar broytingar og raðfestingar. Tí verður lagt fyri Løgtingið eitt framroknað uppskot til fíggjarlóg fyri komandi ár. At uppskotið er framroknað merkir, at tað er er uttan raðfestingar og tiltøk á inntøku- ella útreiðslusíðuni hjá landinum. Her hyggja vit eitt sindur nærri eftir inntøkumetingini.

Í valdystinum til løgtingsvalið vístu fleiri av borgarligu flokkunum á, at inntøkurnar frá tilfeingisvinnunum hava fíggjað stóra almenna útreiðsluvøksturin seinnu árini. Ein nærlestur av inntøkusíðuni í fíggjarlógini avdúkar, at borgarliga Landsstýrið í sínum ætlaða broytingaruppskotið til heystar serliga skal finna út av, hvussu tey vilja handfara hesar sveiggjandi tilfeingisinntøkur. Ella finna tilsvarandi sparingar í almennu útreiðslunum.

 

Hvat er fíggjarlógin?

Fíggjarlógin er løgfrøðiliga heimildin frá Løgtinginum til Landsstýrið at uppkrevja skattir og avgjøld og at avroknað útreiðslur. Einaferð um árið – í seinasta lagi í desember árið fyri – skal løgtingið soleiðis samtykkja fíggjarligu karmarnar fyri komandi árið.

Fíggjarlógin verður ofta tikin fram sum fíggjarpolitiska stýringsamboðið hjá Landsstýrinum: Um tørvur er á at tálma ein ovurhitaðan búskap, skal fíggjarlógin vísa lutfalsliga stórt avlop. Hevur búskapurin hinvegin tørv á at blíva stimbraður, skal fíggjarlógin vísa hall. Júst hvussu stór avlop og hall skulu vera er tengt at búskaparstøðuni annars.

Samlaðu inntøkurnar á fíggjarlógini fyri 2020 eru mettar til 5,8 mia. kr, sum er 1,8% hægri enn fíggjarlógin fyri 2019. Samlaðu útreiðslurnar eru 5,6 mia.kr. íroknað 393 mió.kr. til íløgur. Útreiðsluvøksturin er 5,8%. Framskrivaða fíggjarlógin vísir eitt avlop á 171 mió. kr. í 2020 svarandi til minni enn 1% av BTÚ. Hetta er ein munandi lækking í mun til í ár.

Hóast fíggjarlógin er eitt gott høvi hjá einhvørjari stjórn at markera sínar raðfestingar og politisku inntriv, má tað tó staðfestast, at ein sera stórur partur av árligu fíggjarlógini er avgjørdur frammanundan av teimum longu gjørdum politiskum raðfestingum. Ofta verður sagt, at meiri enn 90% av inntøkum og útreiðslum á eini fíggjarlóg eru lógarbundnar ella á annan hátt fastlagdar óansæð raðfestingar. So hóast samgongan boðar frá broytingum til fíggjarlógaruppskotið seinni í ár, kann framlagda fíggjarlógin lesast sum eitt fyrsta boð upp á, hvussu landið fer at brúka tínar skattakrónur komandi ár.

 

Búskaparstøðan talar fyri stórum avlopi

Sum Búskaparráðið vísti á í heystfrágreiðing síni, gongur tað strúkandi í Føroyum í løtuni. Arbeiðsloysið er metlágt á 1,3% við stórum stóri á innfluttari arbeiðsmegi. Gjaldsjavnin vísir eitt avlop á yvir 800 mió.kr. fyrra hálvár 2019. Allíkavæl tykist inflasjónin ikki at vera trýst upp eftir, tá seinasta uppgerðin vísir eina inflasjón á 1,2%. Búskaparráðið og Hagstovan metir, at BTÚ fer at vaksa við 6,6% í 2019. Ein so stórur vøkstur talar fyri einum tálmandi fíggjarpolitikki, ið inniber, at avlopið á fíggjarlógini eigur at vera stórt – væl størri enn 1% av BTÚ.

FMR metir eisini vøksturin í búskapinum at verða millum 6-7% í 2019, men tey væntað vøksturin at lækka til 3% í 2020. Hetta er ein heldur ógvuslig lækking, sum verður grundgivin við, at arbeiðsloysið nú er 1%, og tí ikki kann væntast at lækkað nevnivert aftrat. Hetta er tó ein sannleiki, ið skal takast við fyrivarni. Í 2018 var arbeiðsloysið longu komi niður á 2%, men metti vøksturin í BTÚ er øktur frá sløk 3% í 2018 til 6,6% í ár. Talið av útlendskum løntakarum er økt nógv síðstu tvey árini, og kann vøksturin tí eisini gerast størri.

At FMR metir vøksturin at blíva 3% í 2020 hevur stóran týdning í mun til mettu inntøkurnar, tí hetta er neyvt sami prosentvísi vøkstur í landsskattainntøkunum og í MVG-inntøkunum í uppskotinum. Inntøkuvøksturin kann tí verða størri enn metingin. Fyri hvørt prosentstig vøksturin verður størri enn tey mettu 3%, vaksa inntøkur landskassans frá landsskatti og MVG við 32-33 mió.kr. Verður vøksturin aftur 6% í 2020, verða hesar inntøkur tí 100 mió. kr. hægri enn mett í uppskotinum. Hetta er tó í besta fall og lítið sannlíkt.

 

Fíggjarlógin manglar tilfeingisinntøkur

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2020 eru ongar inntøkur frá tilfeingisgjøldum. Orsøkin er tann, at tað vildi kravt, at landsstýrið longu nú eisini legði fram uppskot um nýggja fiskivinnulóg, har tilfeingisgjøldini verða ásett. Samlaðu inntøkurnar frá tilfeingisgjøldunum væntast í ár at blíva 162 mió. kr., sum sostatt mangla í inntøkumetingini fyri 2020. FMR hevur tó framskriva inntøkurnar á 188 mió.kr. frá uppboðssølunum av fiskirættindunum í ár. Uttan inntøkurnar frá uppboðssølu var sostatt hall á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020.

Sambært samgonguskjalinum skulu inntøkurnar frá eini nýggjari skipan við tilfeingisgjøldum vera umleið á sama støði sum í 2018 út frá verandi fortreytum. Í 2018 vóru inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum og uppboðssølu 303 mió.kr, meðan hesar inntøkur væntast at blíva 350 mió.kr. tilsamans í 2019. Samgongan skal tí snikkað eina skipan saman, sum skaffar landskassanum góðar 300 mió. kr. Og so má Landsstýrið samstundis finna aðrar inntøkur ella sparingar fyri 50 mió. kr. í mun til 2019.  

 

Lági laksaprísurin kann geva høvuðbrýggj

Eisini alivinnan væntast at spjað væl til í 2020. Í uppskotinum til fíggjarlóg verður roknað við eini inntøku frá tøkugjaldinum á alivinnuna á 154 mió. kr. ella 14 mió. kr. meira enn í 2019. Helst byggir hesin metti vøksturin á, at tøkugjaldið frá 1. januar 2019 bleiv hækkað frá 4,5% til 5,0%.

FMR tykist tó hava gloymt, at sama lógarbroyting eisini innibar, at tøkugjaldið verður munandi lægri, um marknaðarprísurin fer undir 36 krónur fyri kilo av tiknum alilaksi. Fíggjarlógarteksturin nevnir bert 32 kr/kg sum mark, men lógin um loyvisgjald ásetti tvey mørk: Tøkugjaldið lækkar til 2,5%, um prísurin er millum 32-36 kr/kg, og heilt niður á 0,5%, um prísurin fer niður um 32 kr/kg. Hugsanin aftanfyri hesa skipan er, at landskassin bert skal hava inntøkur av einum yvirnormalum vinningi í alivinnuni, og gerst prísurin so lágur í mun til framleiðslukostnaðin, ja, tá er sambært hesi skipan ongin yvirnormalur vinningur.

Í løtuni er marknaðarprísurin fyri alilaks á niðasta markinum. Eftir at hava ligið væl omanfyri 36 kr/kg higartil í ár, so er prísurin á North Fish Pool hjá Oslo Børs týsdagin í hesi vikuni neyvt 32 krónur fyri kilo. Tað er hesin prísurin, ið skal brúkast at roknað tøkugjaldið til landskassan. Sostatt kann FMR ikki roknað við at fáa meira enn 2,5% í tøkugjaldið í løtuni, og lækkar prísurin eitt vet aftrat, verður tøkugjaldið bert 0,5%.

Sonevndi “forward” prísurin á laksi á Oslo Børs týður tó upp á, at laksaprísurin fer at hækkað aftur í november og fer at liggja omanfyri 36 kr/kg í 2020. Tí er grundarlag fyri framløgdu inntøkumetingini. Men skuldi laksaprísurin hildið sær undir 36 kr/kg í 2020, vil landskassin bert fáa ein brøk part av teimum mettu 154 mió. kr. í inntøku frá alivinnuni. Tað hevði givið Landsstýrinum enn eina avbjóðing við at finna aðrar inntøkur ella sparingar í staðin. Hetta vísir í øllum førum viðkvæmi við hesi inntøkukeldu: Lækkar laksaprísurin nøkur oyru aftrat, minkað inntøkur landskassans frá tøkugjaldinum úr 154 mió.kr. niður í næstan onki í 2020.

Samanumtikið kann staðfestast, at Landsstýrið hevur eina stóra avbjóðing fyri framman at fáa eitt nøktandi avlop á fíggjarlógini fyri 2020. Í mun til jaligu búskaparstøðuna eigur avlopið helst at vera nærri 3% av BTÚ svarandi til góðar 600 mió. kr. Í framløgdu fíggjarlógini eru ongar veruligar uppraðfestingar gjørdar á útreiðslusíðuni, sum tí er ein rein framrokning av verandi vælferðarstøðinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld