Lýsing
Lýsing
Lýsing
Javnaðarflokkurin - tann á Fólkatingi og tann í Landsstýrinum (t.v.) - hevur havt hepna hond við at fáa restina av samgonguni at taka okkum tættari at ES via Danmark og at oyðileggja stóra sjálvræðisframbrotið, sum fiskiveiðiavtalan við Russland frá 1977 var | Mynd: Kringvarpið - tillaga

Skuldu Føroyar ikki hugsa – og stýra – sjálvar?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.11.2025 - 14:05 Leiðarin Politikkur Vinna

Samgongan, í hesum føri landsstýriskvinnan í uttanríkismálum og meirilutin í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, leggur seg eftir at ganga í gásagongd aftan á ES – uttan orsøk og uttan prógv – sjálvt um tað kann kosta føroyskari fiskivinnu á sjógvi og landi dýrt

 

 

Landsstýriskvinnan í uttanríkismálum skjýtur upp, at Føroyar revsa tvey russisk reiðarí. Ikki tí at tey hava gjørt føroyingum nakað, ella tí tað tað er prógvað, at tey hava gjørt nøkrum øðrum nakað. Nei, ES revsar, og so mugu vit eisini. Og 5 limir í Uttanlandsnevndini stemma í – ”Vit hava ongi prógv, men vit mæla eisini til at revsa, tí tað ger ES”. Tí verða sanktiónirnar uttan iva samtyktar, kosta hvat tað kosta vil av føroyskum arbeiðsplássum.

Tey, sum hildu, at við forkvinnuni í Tjóðveldi sum uttanríkisráðfrúgv fóru Føroyar at verða lyftar fram á sjálvstýris- og sjálvbjargnisleið, sita í dag sum sligin á nevið. Uttanríkisforkvinnan mælir til, at um ES sanktionerar eitt land úti í heimi, sum er undir illgruna fyri at hava gjørt okkurt galið í ES-øki, so skulu vit føroyingar ikki hyggja at, hvat er gjørt í føroyskum øki. Nei, vit skulu revsa tey fyri at vera undir illgruna fyri at hava gjørt okkurt ímóti ES.

Og tey, sum hildu, at Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini, fór at sláa eitt slag fyri fiskivinnuni í útjaðaranum í hesum málinum, sita somuleiðis sum sligin á nevið. Hann stillar seg øksl við øksl við tey 4 umboðini hjá Suðurstreymoy í Uttanlandsnevndini og mælir til at geva Sirið Stenberg heimildina at revsa vegna ES. Hann vil ikki so frægt sum lurta eftir, hvat tey ákærdu hava at siga til sítt forsvar. At stjórin í Varðanum Pelagic greiðir frá, at aftursvarið úr Russlandi kann gera, at virkið á Tvøroyri stendur stilt, og at tað ikki fer at nytta nakað at avreiða sild til Varðan longur, verður uppskotið samtykt, ger ongan mun. Nei, áhugamálini hjá ES telja meira enn atlitini til føroyska fiskivinnu.

 

Uttanlandsnevndin ger Føroyar til ES-satellitt

Orsøkin til, at Føroyar ongantíð fóru upp í EF, seinni ES, á sinni, var fiskivinnan. Og tað hevur verið linjan til í dag. Vit skuldu sjálvi stýra okkara fiskivinnu. Men um vit allíkavæl skulu standa upp á spring og avrita revsitiltøkini hjá ES, tá ES-kommissiónin hevur ein illgruna, sjálvt tá tað kostar okkum sjálvum og okkara fiskivinnu dýrt – ja, hvat er tá vunnið við at standa uttanfyri?

Hvat er vunnið við eini landsstýriskvinnu í uttanríkismálum og einum meiriluta í Uttanlandsnevndini, sum fyrst og fremst raðfestir forholdið við ES og bara sekundert ella als ikki føroyska fiskivinnu og føroysk áhugamál?

Hvat nytta føgur orð sum at vinna føroyingum rættindi á altjóða pallinum, um vit bara skulu meina tað sama sum ES kortini og ganga aftaná Ursulu von der Leyen sum dunnuungar aftaná bøguni?

 

Hvat við eisini at avrita hyklið?

Men so vita vit, hvar samgongan stendur. Samstundis vita vit eisini, hvar ES stendur. Tí er tað eitt loyndarmál, at ES framvegis handlar við Russland í ovurmát, so er tað stak illa krógvað. Oljuinnflutningurin hjá ES úr Russlandi er gamaní minkaður nógv, men innflutningsvirðið av náttúrugassi er vaksið krígsárini, tað av tøði stendur í stað (tøl frá aug. 25), og nógvar ES-fyritøkur hava framvegis deildir í Russlandi. ES revsar Russland, men revsar ikki sína egnu vinnu so nógv, at tað pínir – tað gera Føroyar aleina, stendur tað til samgonguna. Tí er stóri spurningurin:

Tá Uttanríkisráðið og Uttanlandsnevndin tveita alla sjálvstøðuga hugsan fyri borð og nú treytaleyst avrita ES-sanktiónir, hví skjýtur ongin upp eisini at avrita hyklið? So høvdu vit líkst ES uppaftur meira, og tað hevði kostað okkum nógv minni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Starvsløn og íverksetanarstuðul 2026
Norðsøki 10.000 pund
Ormurin Langi er mannaður
Niclas og Jákup samdir: KÍ vinnur FM
Jóannes Bjartalíð nærkast nýggjum felag
Torradagar aftur á skrá
Kjølur Open
Tummas Lervig fer inní 20. árið sum form…
Petter Stordalen fegnast um KG
Samuel Rachlin á Torradøgunum
Sámal Jákup nýggjur U18-venjari
Torradagar: Samuel Rachlin framløgu um P…
Gimmi til Sands
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Eldrahugni í Betesda
Hvar fer USA?
Við beinleiðis bussi til Suðuroyar
Kunningarkvøld um Dagbíbliuskúlan í Keld…
FSN vil eisini av við lívrentuna