Lýsing
Lýsing
Lýsing

SUÐ er kul!

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  04.10.2019 - 07:03 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldi var fyrsta konsetrin av trimum, sum sangbólkurin, SUÐ hevur um vikuskiftið. Hetta var í Badmintonhøllini í Klaksvík, har um 400 fólk høvdu leitað sær.

Síðani gongur leiðing til Løkshøll í Runavík í annaðkvøld kl. 20 og so leygarkvøldið kl. 20 í Norðurlandahúsinum.


Her er talan gospelkonsertir við orkestri og dansarum, har eisini Guðrun Sólja Jacobsen og James Olsen eru gestasangarar og loysa uppgávuna til fullnar. Gospel-snið verður tambað nakað, rútmurnar eru lættar og stundum við røttum biti í, so tey flyta seg yvir í funk/rock, sum bara ger alt betri.

Eydna Skaale er frásøgufólk við góðum eygleiðingum og hugleiðingum.

SUÐ telur 19 væl samansungnar damur undir kønari hond hjá Steinvør Fonn, sum ikki gongur uppá kompromis við nakað – bert tað besta er gott nokk.

 

So tú mást endiliga ikki halda tær aftur fyri eini góðari uppliving saman við dunaligum tónleikarum og ikki minni væl syngjandi og væl upp løgdum sangbólki, SUÐ, sum aftur hesaferð eru rættiliga kul!

 

Tónleikararnir eru eisini av tí fægara endanum:
- Magni Husgaard: keyboard
- Pætur við Keldu: flygil/keyboard
- Mikkjal Hvannastein: el-guitar
- Agnar Lamhauge: bass
- Høgni Klakkstein: trummur
- James Olsen: slagverk (percussion)

Konsertirnar verða:
4. okt. kl. 20:00 í Løkshøll í Runavík
5. okt. kl. 20:00 í Norðurlandahúsinum

Á skránni eru kendir gospelsangir so sum Lean on Me, Down by the Riverside, Soon and Very Soon, This a Little Light of Mine, Oh Happy Day, Joyful Joyful, Soon I Will be Home o.a.

Lýsing
Seinastu tíðindini
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld