Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesar graslíkirullurnar skulu burturbeinast

Avtala er gjørd við IRF um at burturbeina graslíkið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.10.2019 - 22:56 Tíðindi Vinna

Borgarstjórin vísir í kvøld á, at kommunan longu í summar vendi sær til IRF um at fáa burturbeint tann partin av vøllinum, sum ikki skuldi endurnýtast. Avtalað varð, at IRF skuldi venda aftur við einari loysn, men enn hevur eingin vent aftur.

- Tá ið vøllurin varð tikin av í summar, fóru vit beinanvegin í samskifti við IRF um hvussu vit skuldu burturbeina gamla graslíkið, og ikki minst svarta gummiundirlagið, sum liggur undir vøllinum. Gummiundirlagið bleiv burturbeint beinanvegin í góðum samstarvi við IRF, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Partar av gamla graslíkinum fóru í summar til smærri vallir á ymiskum støðum uttan fyri kommununa, og nakað skal eitt nú brúkast til spæliplássið á Mylnutúni og á FIFA-vøllinum úti í Oyri og møguliga onkra aðrastaðni eisini.

- Eg gleðist um, at vit kunnu endurnýta stórar partar av vøllinum, men samstundis harmar tað meg, at seinasti parturin enn ikki er burturbeindur, men vónandi fáa vit nærri at vita frá IRF ein av fyrstu døgunum, so hetta málið kann avgreiðast skjótt, greiðir Jógvan Skorheim frá.

Hann leggur afturat, at tað kendist undarligt at lesa, at Norðlýsið hevði vent sær til kommununa.

- Eg eri ikki blivin uppringdur viðvíkjandi graslíkinum og vildi fegin svarað beinanvegin, men tann møguleikan havi eg so ikki fingið, staðfestir Jógvan Skorheim.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett