Lýsing
Lýsing
F.v.: Karin Hultfeldt Key Account Manager GEOINFO, Bjarne Falk Projektleder GEOINFO, Marita Hentze Býarverkfrøðingur Runavíkar kommuna og Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri Runavíkar kommuna | Mynd: Jóhann Lützen

Runavíkar kommuna heiðrað í San Diego

SKRIVAÐ: runavik.fo  |  08.10.2019 - 16:06 Tíðindi

Í summar vann Runavíkar kommuna stóran heiður í Convention Center í San Diego í California. Ætlað var, at umboð fyri kommununa skuldi vera til staðar, men táið tað ikki lá fyri, varð heiðurin handaður kommununi í Býráðssalinum í Ráðhúsinum seinrapartin í dag.

Hendan summardagin í USA vóru 174 – av á leið 100 túsund – 100.000 - brúkarum – feløg, kommunur o.o. – heiðrað, sum serliga framkomnir nýtarar av GIS-skipanini. ESRI er ein heimsumfatandi talgild skipan, ið verður brúkt til at skráseta, handfara, goyma, greina og leggja fram geodata – upplýsingar um landafrøðiligar staðsetingar í t.d. einari kommunu. Grundgevingin fyri at veita okkum heiðurin var soleiðis orðað:

Runavíkar Municipality has for a long time been able to see the value of using GIS. With GPS surveys of both new and old technical installations, they have built up maps, with the purpose of sharing data with colleagues in the municipality. 
Their primary registration purpose was to collect and record water and sewer information. Since then, they have also made registration of street lights, salt boxes, green areas, etc. 
Some years back, they involved the citizens by asking them to provide their own records of the location of oil tanks, waste racks, mailbox, septic tanks, etc. 
At the start of the commission with ESRI technology, the users were typically from the technical area. The past few years, the use of ArcGIS has spread over to several types of users, among other things, using the municipality's citizen service WebApps to register inquiries from the citizens. Young people help to moving the lawns, which they register with their cell phones on an ArcGIS map.

ESRI-felagsskapurin er veitari av GIS-skipanini og verður hildin at vera størsti og mest framkomni veitarin í heiminum á hesum økinum - https://www.esri.com/en-us/home. Licensurin, til tess at sleppa framat kervi teirra, fæst umvegis Umhvørvisstovuna, sum umsitur øll loyvi av slíkum slagi í Føroyum. Felagið Munin hevur havt ein týðandi leiklut í átakinum at fáa ESRI-skipanina at virka í Føroyum.

Tað eru fleiri enn tíggju ár síðani, at Runavíkar kommuna fór undir eina skipaða landafrøðiliga skráseting á tí tøkniliga økinum. Søguliga eru elstu skrásetingarnar frá 2007. Í hini støðugt mentu skipanini eru grundleggjandi upplýsingar um matriklar, strandalinjur, kommunumørk, áir, adressur, vegir, fornminni v.m. Grundleggjandi upplýsingarnar eru fingnar til vega frá m.a. Umhvørvisstovuni.

Eliesar Kastalag, táverandi leiðari á teknisku deild, og vatnmeistarin, Hermann á Líknargøtu, hava gingið undan og skipað soleiðis fyri, at borgarar í økinum søgdu felagnum Munin frá, hvar leiðingar av ymsum handa slagi lógu samsvarandi minni teirra og tekningum. Nógv ymisk nøvn – heimildarfólk - finnast í skjalagoymsluni, sum hava verið keldur til upplýsingarnar.

Hesi seinru árini hevur Vilhelm Magnus Olsen, starvandi hjá Vatnverkinum, átikið sær at fremja eina munagóða dagføring av vatnkortinum, - teir á Vatnverki kommununar vóru annars teir fyrstu, sum fóru undir at leggja myndir inn í kervið sum skjalfesting. Ejin Olsen, virkandi á teknisku deild, tekur sær av myndakortum sum skjalfesta ognirnar hjá kommununi.

Umhvørvisverkfrøðingurin á teknisku deild, Jóngerð Olsen, hevur skrásett dálkað støð inn í skipanini. Visit Runavík, við Marjuni Niclasen á odda, hevur lagt eitt ferðamannakort inn í  skipanini og hevur lagt og ætlar at leggja fleiri bygdagøtur inn í kervið saman við Pól Sundskarð.

Runavíkar kommuna hevur sent kort út til allar húsaeigarar í kommununi, og heitt á teir um at skráseta ravmagn, vatn, telefon, kloakk og oljutanga inni á egnum matrikli. Hetta sæst undir “privat skráseting” og er sera hent, serliga táið nýggir eigarar koma til í einum eigaraskifti o.s.fr.

Farið er eisini undir at skráseta gravirnar í kirkjugørðunum, hetta arbeiðið er byrjað, men komið er ikki á mál, harvið liggur hendan skrásetingin, partvíst, framvegis í øðrum talgildum/papírs skrásetingum.

Í 2014 var byrjað at gera eina verkgongd (workflow) inni í GIS-skipanini, til tess at stýra arbeiðsuppgávunum. Hetta byrjaði við asfalteringslistanum fyri smærri arbeiði, sum rakstrardeildin (Vegadeildin á Lambareiði) umsitur. Rakstrardeildin hevur veruliga tikið skipanina til sín, og tey sum virka har í gerandisdegnum eru mestsum øll regluligir brúkarar.

Rottan hevur sum so mangar aðrar staðir verið ein stórur trupulleiki og plága í Runavíkar kommunu. Tí var farið undir eina skipaða rottutýning, ið varð krøkt í eina talgilda skráseting, við status fyri hvørja fráboðan og fyri hvønn av teimum meiri enn 550 eiturkassunum, ið javnan skulu fyllast við eitri. Talgildingin gevur øllum, sum eru partar av arbeiðnum, møguleika at hava somu støðumynd í sama tíma - hetta ger tað væl lættari og munandi effektivari at arbeiða við máli sum hesum.

Táið rottutýningin varð løgd í talgilda skráseting, gjørdist tað eisini møguligt hjá móttøkuni í umsitingini at skráseta og at svara fyrispurningum hesum viðvíkjandi. Síðani eru aðrar uppgávur eisini fluttar inn í somu skipan, so sum hol í vegnum, vespureiður og óvirknir lyktapelar. Móttøkan skrásetir eisini hvørjir saltkassar skulu fyllast. Býargartnarin, Búgvi Róin, hevur eisini tikið skipanina til sín og skrásetur síni øki og rakstrarleiðarin, Ragnar Nielsen, hevur eisini givið skipanini størri virði við at leggja t.d. ætlanir fyri vetrarhald inn á kervið.

Samstarv er eisini um mørk. Saman við SEV, Net og øðrum aktørum skráseta vit grevstrarætlanir langt fram í tíðina, í vón og væntan um, at øll høpini fáa avgreitt sínar verkætlanir samstundis og til tess at vit skulu vita av hvørjum øðrum, táið farið verður undir at grava t.d. á eini asfalteraðari gongubreyt.

Veitarar, sum arbeiða fyri kommununa við spillivatns- og vatnleiðingum, leggja sjálvir myndirnar inn á kervið, og tryggjar hetta eina góða og rætta skráseting. Við tað, at fleiri stovnar brúka somu skrásetingarskipan, ber til at senda viðkomandi upplýsingar millum partarnar í samstarvinum. T.d. hevur kommunan fingið allar skrásetingar viðvíkjandi ferðsluóhappum frá Landsverki, og kunnu tey, sum hava atgongd til skipanina, sleppa framat okkara skipan, og harvið seta upp hagtøl, hyggja at umstøðum o.s.fr.

Starvsfólkini hjá Munin hava dugað serliga væl at skilja tørvin hjá kundanum og eitt slíkt tvívegis samstarv ger, at slíkar skipanir rigga eftir ætlan.

Sigrið Jensdóttir Dalsgaard, sum hevur havt serliga nógv við skipanina at gera hesi seinru árini, hon er nú í 2-ára farloyvi, var á skeiði í ArcGis í Danmørk í januar mánaða í ár - har vóru luttakarar frá fleiri kommunum og stovnum í Danmark og í Grønlandi - men tað var greitt, at ongin brúkti skipanina í so stóran mun sum Runavíkar kommuna. Har var t.d. ongin, sum hevði verkgongd inni í kervinum - tíansheldur serliga framkomin hagtøl.

Ivaleyst ein orsøk til, at Runavíkar kommuna, sum eitt av 174 høpum – av á leið hundrað túsundum – vann hendan stóra heiðurin í San Diego í California í USA í summar, og sum varð handaður okkum í Býráðssalinum í Saltangará í dag.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…