Lýsing
Lýsing
Lýsing

Matstovubarónurin gleðir seg til leygarkvøldið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.10.2019 - 17:59 Tíðindaskriv

Komandi leygarkvøld letur Rio Bravo upp í eittans kvøld. Tað verður í samband við stóra tiltakið Vit Elska 90ini, sum verður í Hoyvíkshøllini, og tað verður undangongumaðurin Mouldi Manai, sum bjóðar gestunum vælkomin til hetta serliga kvøld.

 

Mouldi Manai lat upp matstovuna Rio Bravo í 1990. “Tá vóru ongar matstovur í býnum”, greiðir Mouldi frá. “Skuldi tú út at eta, so vóru tað bara gistingarhúsini, sum serveraðu mat. Vit høvdu eini høli i Kongagøtu, og tá Dallas lat aftur, keyptu vit innbúgvið hjá teimum fyri ein sámiligan kostnað. Hetta riggaði væl í mínum hølum, og so lat eg bara matstovuna upp. Tað sást beinanvegin, at føroyingurin gleddist um Rio Bravo”.

 


Mouldi er útbúgvin bilmekanikari, men hvussu ber tað til, at ein bilmekanikari fór undir matstovuvirksemi? “Mær hevur altíð dámt væl at eta, og at eta væl. Tá eg var í Keypmannahavn og ferðaðist plagdi eg at vitja matstovuna Rio Bravo á Vester Voldgade, og mær dámdi væl teirra konsept. Tað snúðið seg um einfaldan og góðan mat, uttan ov nógv fjas”, greiður Mouldi frá. “Eg tosaði við stjóran hjá teimum, og spurdi um eg ikki kundi flyta konseptið til Føroya”.

“Tað var gamaní, eg skuldi bara ikki brúka konseptið aðrastaðni enn í Føroyum. Tey hjálptu mær, og so skjótt sum matstovan lat upp í Kongagøtu, var greitt at hetta hóvaði føroyingum”. 

 


Fólk søgdu Mouldi vera svakan, og at ongin fór at vitja matstovuna. Hetta var í krepputíðum, og føroyingar høvdu ikki so stórt fíggjarligt rásarúm. Men tað gekk ikki long tíð, so flutti Rio Bravo oman í Tórsgøtu, og tað gjørdist gravgangur eftir at fáa borð á matstovuni.

 


“Tað var garrvilt. Vit merktu ikki nógv til stóru kreppuna. Vit bjóðaðu rækjubland og alskyns búffar. Og vit serveraðu enntá sniglar, og eisini hetta var sera væl umtókt. Hvør skuldi trúð tí”, sigur Mouldi flennandi.

 


Virksemi vaks, og saman við Petur Slyne og Suna Skylv Reinert varð gjørt av at lata eitt dansistað upp í niðaru hæddini, sum fekk heitið Casablanca. Og eisini varð ølstovan Manhattan, latin upp í sama bygningi.

“Hetta var sera populert. Vit kundu hava upp til 1000 fólk inni eitt vikuskifti, so tað vóru langir dagar og nætur”, leggur Mouldi afturat.

 


Leygarkvøldið verður aftur høvi at njóta Rio Bravo dámin, tá matstovan letur upp í eittans kvøld. Tað verður tó ikki niðri í Tórsgøtu, men í staðin verður matstovan rigga til í Hoyvíkshøllini í sambandi við risastóra tiltakið Vit Elska 90ini 12. oktober. 

Og longu nú sæst, at tað enn eru fólk ið minnast Rio Bravo, tí fleiri borð eru longu bíløgd. Tískil ræður um at skunda tær, tí tað er avmarkað pláss.

Rio Bravo letur upp kl. 19 og letur aftur kl. 00:00. Tú kanst bíleggja borð her: http://events.verk.fo/Event/EventView.aspx?DocumentID=6524

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni