Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ósbjørn Jacobsen arkitektur, Jógvan Skorheim borgarstjóri og Signhild V. Johannesen forkvinna í mentanarnevndini skriva undir partalagsavtaluna í býráðshøllini fyrr í vikuni, sum skal fremja um- og útbygging av verandi Posthúsi í Klaksvík til stórsligið mentanarhús. | Mynd: Dávur Winther

Mentanarhúsið, vælkomið!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.10.2019 - 08:02 Leiðarin Mentan

Onki fólk kann liva uttan mentan. Hví? Tí mentanin er sjálvur munurin á okkum menniskjum og djórunum. Til ber at siga, at mentanin væl kann liva uttan nakað hús, og tað hevur hon eisini gjørt leingi, men har er stórur munur á, hvussu væl mentanin trívist undir góðum, tryggum og skipaðum kørmum, í mun til tá hon rennur húsvill runt og má yvirtala seg til at kunna bz’a tómar bygningar.

Tá ið tann upprunaligi Rasmus Berg (tann hjá Holberg, ikki sjónleikarin Rasmus Bjerg) kom aftur eftir at hava verið í lærda umhvørvinum í stórbýnum, tóktist hann yvirlegin, hástórur og niðurlátandi fyri bygdarfólkið. Hann rópti seg Erasmus Montanus, latiniseraða formin av Rasmus Berg, tosaði latín við fólkið, sum ikki skilti ein pinn, og at enda fekk fólkið nokk og gjørdi ikki mætari enn at burturflyta hann og senda hann í herin sum soldat.

Erasmus Montanus var tað, sum danir rópa ”en opkomling”. Ein misháttur dunnuungi, sum í staðin fyri at vera lítillátin yvir at vera misháttur, var júst tað øvuta. Men hví var hann so? Jú, tí bygdarfólkið hevði onki dannilsi! Tað er ið hvussu er boðskapurin hjá Ludvig Holberg. Høvdu fleiri bara verið líka sum mishátti dunnuungin og sum Erasmus, ja, so høvdu teir verið í sínum rætta elementi og fingu foldað seg út sum tað, teir veruliga vóru.

Holberg nevnir onki um nakað mentanarhús, men har hevur heilt víst ikki verið í bygdini hjá Erasmusi. Fólkið hevur uttan iva verið illa upplýstið, lesiførleikarnir hava verið so sum so, og vitanin um heimspekingar var á nullpunktinum. Hann kom tí heim til síni egnu, men hansara egnu tóku ikki ímóti honum, tí hann var øðrvísi.

Tað eigur og má ikki at vera neyðugt at fara í eina drúgva útlegd fyri at gerast mentaður og dannaður. Og so als ikki at koma heim aftur fyri bert at uppliva, at ongin setir prís uppá dannilsið, sum man hevur verið fleiri ár um at ogna sær. Mentanin má og skal spretta av staðnum, og onki er so gott sum eitt mentanarhús at gera tað. Latið børnini frá heilt smáum sleppa at uppliva sjónleikir, dramaturgi, sangleikir og list.

Við einum tílíkum førningi er so nógv, nógv lættari at ogna sær eina formliga útbúgving innan mál, heimspeki, mentan, list, søgu ella hvat tað skal vera. Tí við at eygleiða og uppliva list, sjónleik og aðra mentan lærir man ”ars hermeneutica”, kynstrið at tulka. Og tað kynstrið kemur meira enn til nyttu í øðrum vísindagreinum eisini, til dømis innan sálarfrøði, sosiologi, samfelagsfrøði og námsfrøði. Og aðrar við.

Søguliga hevur Klaksvík verið á odda í Føroyum, tá tað kom til tónleik. Hugsa bert um Straight Ahead, Frændur, Hjarnar, Hanus, Anfinn & Co. og mangar, mangar fleiri bólkar í forðum. Innan sjónleik hava klaksvíkingar verið í fremstu røð saman við øðrum. Og listarfólkini í Klaksvík eru óteljandi. Men karmarnir hava als onki verið at rópa hurra fyri – tvørturímóti. Og tað er ikki óhugsandi, at Klaksvík sum mentanarbýur er komin væl styttri, enn hann hevði verið, um her var eitt mentanarhús.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag er kanska besta ímyndin av støðuni í Klaksvík. Sjónleikarafelagið troðsar elementini og umstøðurnar og megnar at seta sjónleik eftir sjónleik, men tað hevur avgjørt ikki verið kørmunum fyri at takka. Heldur hevur tað verið uppá troðs av kørmunum. Tey hava sett fínar pallar upp í Spinnarínum, í Atlantis og í gomlu Brandstøðini, men tað átti at sagt seg sjálvt, at eitt sjónleikarafelag má hava frið til at hugsavna seg um sjónleikin og ikki at muga hugsa um hølir alla tíðina.

Sum klaksvíkingur hevur man kunnað samfegnast við fyrst fuglfirðingum, ið leingi hava havt eitt tað frægasta mentanarhúsið í landinum, og síðani við runavíkingum, sum við Løkshøll hava lagt trumf á innan føroyska mentan. Men tað hevur eisini verið við kensluni av, at eins egni býur, ið er líka stórur sum teir báðir tilsamans, ikki reiðiliga hevur strekt til, tá tað kom til at veita egnum býarbørnum hóskandi mentanarligar karmar og umstøður.

Tað ger Klaksvíkar Býráð nú endiliga nakað við, saman við góðum kreftum, sjálvsagt fyrst og fremst Grunninum Mentanarhúsið í Klaksvík. Hetta varð sett á skinnarar longu undir undanfarna býráði, men tilgongdin hevur verið drúgv. Tí leingi er tað, ið væl skal verða. Umframt at Kommunan hevur tikið ábyrgd og nú gevur mentanini tíðarhóskandi og kveikjandi karmar, skal ein tøkk eisini ljóða til fólkatingslimin Sjúrð Skaale, ið hevur arbeitt fyri at útvega fígging frá Fólkatinginum til verkætlanina.

Sjálvt heitið Grandama’s Basement vísir á vantandi karmarnar hjá skapandi tónleikinum í Klaksvík. Teir noyddust at venja í kjallaranum hjá ommuni, á sama hátt sum sjónleikarafelagið noyddist bæði at venja og framføra í eini avlagdari garagu á eini brandstøð. At úrslitini kortini eru vorðin so góð, sum tey eru, er ótrúligt.

Framyvir verður ikki neyðugt hjá klaksvíkingum at fara í útlegd fyri at uppliva glæsiligar mentanarkarmar. Og av tí sama fara framtíðarinnar Erasmus Montanus’ar úr Klaksvík ikki at verða sendir í herin, tí ongin skilir teir. Teir fara ongantíð aftur at vera húsvillir, men at hava eitt stað, ein pall, at møtast og mennast.

Herfrá skal ljóða eitt hjartaligt tillukku til klaksvíkingar, tað verði seg tónleikarar, sjónleikarar, listarfólk, mentafólk og gottfólk annars! Og ein hjartans tøkk, Klaksvíkar Býráð, Sjúrður Skaale og tit eldsálir í Grunninum Mentanarhúsið í Klaksvík!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!