Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dansiveturin byrjaður

SKRIVAÐ: Klaksvíkar Dansifelag  |  21.10.2019 - 14:57 Mentan Tíðindaskriv

Klaksvíkar Dansifelag fór undir dansiveturin ígjárkvøldi. Dansað verður hvørt sunnukvøld fra kl. 20.00. Dansað verður í Skálanum, sum er hús felagsins. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ikki er neyðugt at halda seg aftur, um ein kanska ivast í, um ein dugir nóg nógv kvæðir. Tað er skjótt at koma á lagið. Dansað verður til føstan byrjar. Skrá er gjørd til hvørt kvøldið. Umframt vanligu dansikvøldini eru onnur tiltøk eisini á skránni.

Nevnast kann, at felagið 23. novembur hevur ársveitslu, har tvey dansifeløg eru boðin við. Dansiútferðir, rivjakvøld o.a er eisini fastur partur av vetrarskránni. Klaksvíkar Dansifelag er virkið innan Barnadans. Børnini byrja at dansa sunnukvøldið 27. oktobur. Barnadansurin er frá kl. 19.00 til kl.20.00 í Skálanum.

Umframt vanligu dansikvøldini eru útferðir, jólahald, tunnusláttur og árliga barnadansistevnan á skránni. Á sumri 2020 fra 13 til 19 juli er Barnlek í Svøríki, og fara vit í Klaksvíkar Dansifelag at luttaka.

Øll eru vælkomin í barnadans. Best er tó, um børn undir skúlaaldur hava onkran vaksnan við sær. Við dansikvøðu og vón um ein góðan og gevandi dansivetur. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…