Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ Ársveitsla

SKRIVAÐ: ki.fo  |  22.10.2019 - 08:32 Ítrottur Tíðindaskriv

Aftur í ár skipar Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri eini stórslignari ársveitslu í Badmintonhøllini tann 26. okt. Vit spíla okkum út og gera nógv burtur úr góða árinum hjá bæði monnum og ikki minst kvinnunum.

Tann næsta vikan verður sera spennandi har ein sann FM finala verður í Gundadali leygardagin ímillum B36 og KÍ har vit skulu vinna ella spæla javnt fyri at gerast Føroyameistarar fyri fyrstuferð í 20 ár.

Verturin til veitsluna verður eingin annar enn Rudolf Joensen sum uttan iva klárar at fáa okkum øll í góðan hýr. Vit koma ikki at sita svong, tí Gepetto kemur at borðreiða eina leskiliga 3-rættaða matarskrá.

Á pallinum koma tit at uppliva undirhald og Dynamitt Hit! eisini verður ymiskt annað sum vit ikki fara at avdúka fyrr enn á veitsluni. Myndaboks verður í høllini har tit kunnu ogna tykkum eina stuttliga mynd sum minni frá veitsluni.

Sjálvandi verður dentur lagdur á fótbóltsárið har høvuðsvenjarin hjá Betri Monnum Mikkjal Thomasen kemur at taka saman um. Vit fara eisini at heiðra bestu leikararnar hjá monnum og kvinnum.

KÍ Kvinnurnar eru aftur Føroyameistarar eftir tvey ár uttan gullheiðursmerkið og tær skulu heiðrast fyri sítt megnar avrik.

At enda spæla Fourmenh til dans og DJ-Cool vendir plátum.

Seinasta freist at keypa atgongumerkið er mikudagin 23. Okt. kl. 18.

Vit vóna at so mongu sum gjørligt koma at standa saman um KÍ leygardagin í Gundadali og hittast aftur í veitsluhýri í badmintonhøllini kl. 19.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu