Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Páll Nolsøe Slættanes, KÍ-fjeppari (undercover)

Dystarveðrið í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.10.2019 - 11:53 Tíðindi Veðrið

Nú eru bert 3 tímar eftir. So byrjar dysturin – dysturin um gullið og FM-heitið. Hvussu verður við veðrinum?

Eitt lágtrýst stendur einar 120 fjórðingar eystur úr Føroyum. Kring hetta lágtrýst melur luftin ímóti klokkuni. Tí er høgætt í dag. Norðan og eysturhallur norðan, 10 til 15 m/s.

Regnumráðini standa í flokk og rað at sleppa framat – men tað eru løtur ímillum við turrari veðri.

Luftin kemur úr Barentshavinum – har er kalt, men hon ornar upp í 5-6 stig, áðrenn hon er hjá okkum.

So soleiðis verður veðrið seinnapartin í dag. 10 til 15 m/s av norði, fyri tað mesta regn, men eisini løtur við turrum veðri - vónandi er turt allan dystin, men eingin veit við vissu.  Hitin liggur um 5-6 stig. 

Ættin er sera góð í Gundadali, so tað fer ikki merkjast, at tað er eitt sindur av vindi.

So er bert eftir at ynskja ein góðan dyst, og KOYR Á KÍ!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…