Lýsing
Lýsing

Skipini og útlátið

SKRIVAÐ: Thormund Johannesen  |  28.10.2019 - 08:26 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Tað gongst væl í samfelagnum. Búskaparvøksturin hevur verið stórur og fólkavøksturin eisini. Fiskivinnan, sum í góð hundrað ár hevur verið krumtappurin í okkara nakað viðbrekna búskapi, stendur ikki so einsamøll við endan longur. Alivinnan gevur nú eisini munagott íkast og ferðavinnan er væl á veg at gera tað saman.

Hóast betur gongd enn í grannalondunum, so standa vit helst frammanfyri størri avbjóðingum. Nýggja mantraið, burðardygd, ið fyri okkara viðkomandi higartil mest hevur snúð seg um, at troyta fiskastovnarnar skilvíst, hevur fingið nýggjan týdning lagdan afturat. Vit skulu eisini taka atlit at veðurlagsbroytingum, og mugu minkað útlátið av vakstrarhúsgassum. Og júst á tí økinum eru vit heldur verri fyri enn grannarnir.

Bæði fiskivinnan og ferðavinnan fáa her stórar avbjóðingar:

  • Ferðafólk skulu flytast til lands og vatns, og tað fer ikki at bera til, sum higartil, við dieselriknum bussum og ferjum.
  • Fiskivinnan, sum stendur fyri nærum helminginum av tí samlaða útlátinum, kann heldur ikki, á tí økinum, halda fram sum higartil.

Síggja vit burtur frá Norrønu og Smyrli, sum tó eftir eini framtíðarætlan verður avloystur av einum tunli um eini 10 ár, so kunnu allar ferjuleiðirnar elektrificerast. Tað sama bussleiðirnar.

Í fiskivinnuni er uppgávan mikið truplari. At skifta gamlar dieselmotorar út við nýggjar er ein bati í samband við partikklar, svávul og NOx, men tað forslær onki í mun til CO2-krøvini, sum helst eisini fara at herðast enn meira. At CO2 útlát frá skipum skal niður í helvt í 2050 má væl merkja, at nýbygningar í dag mugu hava munandi minni CO2 útlát enn skipini, sum tey koma í staðin fyri. Og tað letur seg slett ikki gera við diesel eina. Harafturat sær nú út til í altjóða politikki, at avgjøld fara at verða løgd á CO2 útlát, fyri, á tann hátt, at tvinga alternativar loysnir ígjøgnum. Eisini eru felagsskapir farnir at marka skip í mun til útlát, so kundar kunnu velja tey mest dálkandi frá.

Tí mugu aðrar loysnir enn bara diesel eina finnast, í samband við at skipaflotin verður endurnýggjaður. Tað nýttar ikki at marknaðarføra seg við reinum havumhvørvi, um fiskiveiðan er kolsvørt.

 

Bakkafrost vísir vegin

Við nýggja brunnskipinum, ein verkætlan sum føroyska deildin hjá Knud E. Hansen hevur staðið fyri, er lagt upp fyri framtíðarkrøvum hvat útláti viðvíkur. Skipið fær háspenningslandsamband, og kann, meðan tað liggur við kai á Glyvrum, bæði sirkulera, reinsa, køla og lossa við landstreymi. Skipið skal eisini hava battarískipan, sum ger tað møguligt at sigla inn og út eftir Skálafjørðinum við battaríum eina.
Tá ið SEV er vorðið 100% grønt í 2030, kann skipið sostatt við kai og inn og út eftir Skálafjørðinum verða rikið við 100% reinari orku úr sól, vindi, regni, og møguliga eisini sjóvarfalli.

Uttanfyri Skálafjørðin verða dieselmotorarnir settir í gongd. Men hesir kunnu, umframt diesel, brenna LNG (náttúrugass) og møgulig eisini viðgjørt biogass.
Tá ið biogassanleggið hjá Bakkafrosti á Skarðshjalla er komið upp at koyra, kann ein partur av biogassinum viðgerast til motorbrennievni til skipið, sum so, uttanfyri Skálafjørðin, kann sigla við orku framleidd úr laksaskarni, laksaslógvi og neytamykju.

LNG og biogass eru ikki rein orka, men hava tó umleið ein fjórðing minni CO2 útlát enn diesel.
Motoraggregatini eru tí sett í dekshús á yvirdekkinum, har tey lættliga, og uttan aðra umbygging av skipinum, kunnu skiftast við til dømis brint-brennikyknir, tá ið tann tøknin, kanska um nøkur ár, er nóg væl ment.
Um so verður, kann skipið sigla við 100% grønari orku, og einasta útlátið verður tá reint vatn.
Brint kann fáast til vega við at spalta vatn í brint og ilt. Brunnskipið brennir brintina, meðan smoltstøðirnar brúka iltina. Orkan, at spalta vatn, kann fáast beinleiðis úr vindmyllum.

Jú, tað letur seg sanniliga gera, at minkað munandi um útlátið frá skipum, um viljin er til tess, og mann søkir sær røttu vitanina. Men hetta er ikki bara ein spurningur um at lúka krøv. Tað snýr seg i allar hægsta grad eisini um kappingarføri, og sum altíð, so vinnur hann, ið best dugir at tillaga seg.

Onkur heldur kanska, at fólk eru blivin í so hysterisk hvat veðurlagsbroytingum og útláti viðvíkur. Tað kann væl vera, men tað eru hóast alt hesi “hysterisku” fólkini, ið skulu keypa okkara fiskavørur, so vit hava onki annað væl, enn og tillaga okkum herdu krøvini. Landsstýrið eigur tí at seta krøv um grønar loysnir, í sambandi við at fiskiskipaflotin verður endurnýggjaður.

 

Thormund Johannesen

Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin