Lýsing
Lýsing
Lýsing

Páll A. Klettskarð heldur fram hjá føroyameistarunum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.11.2019 - 21:03 Ítrottur Tíðindi

Hansara mál í endaspurtinum í landskappingini gjørdu sítt til, at KÍ vann føroyameistaraheitið 2019.

Páll kom aftur til KÍ í summar. Eftir eina heldur trupla byrjan byrjaði hann at raka formin júst, tá brúk var fyri tí í endaspurtinum. Páll skoraði tilsamans seks mál, harav fimm móti topp 5 liðunum. M.a. vóru málini móti NSÍ (báðar dystirnar), Víkingi og til seinast B36 sera týdningarmikil.

Páll hevur ongan sáttmála havt fyri 2020 og tí hevur tað ikki verið greitt, hvar hann fór at spæla í 2020. Men í kvøld boðar KÍ frá, at Páll hevur gjørt sáttmála fyri 2020 við føroyameistararnar.

Leggjast kann afturat, at sambært FaroeSoccer hevur 29 ára gamli Páll A. Klettskarð skorað 111 mál fyri KÍ í bestu deildini. Hann manglar sostatt at skora 11 mál fyri at blíva leikarin, sum hevur skorað flest mál í søguni hjá KÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í dag
Klassika­rin snýr seg um at umganga krepp…
Megnar Mjølnir at endurvinna steypakappi…
Aftur í ár var skipað fyri ársins vitana…
Ikki eiti á samgongubyrjan- 20. mió oyra…
Blátt við nýggjum staklagi
Javningin av almanna­pensjónum
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christi…
Sjóndepilin nýggjan leiðara
Tiltøk í vikuni
Mótrokningin ein bati í samfelagshøpi
Ársfundur nummar 50 hjá Ráðnum fyri Ferð…
Virkið Vár skráin sæst her
Símun Háberg vitjar Norðlýsið
Kirkjan fyri størri umvæling
Fiskimála­ráð­har­rin vitjaði JFK í Barcelo…
Flaggdagshald í Vágstúni
Drál máar aftur støðið undan rættartrygd…
Vælkomin til forvitnisligt franskt kvøld…
Flogbóltsfinalur við Tjarnir leygar­dagin