Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greiður sigur til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.11.2019 - 20:00 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og VB hittust í KÍ-høllini í dag. Úrslitið gjørdist ein greiður 37-29 til heimaliðið.

Stjørnan byrjaði betur og kom á odda 6-2, men VB megnaði at svara aftur, og fekk javanð til 6-6, men so var liðugt hjá gestunum. Eftir hetta streyk Stjørnan avstað og økti støðugt um leiðsluna. Hálvleiksstøðan var 20-11 til Stjørnuna, og dysturin var so gott sum avgjørdur.

Tað gekk javnari á í seinna hálvleiki, heimaliðið hevði støðugt eina leiðslu uppá 10-12 mál. Móti endanum av dystinum valdi venjarin hjá Stjørnuni at skifta nógv út, og gav ungu leikarunum møguleikan. Endaliga úrslitið gjørdist 37-29 til Stjørnuna.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 13, Mina Sirdal 8, Jancy Jacobsen 4, Sonja Sirdal 3, Judith Dam-Jacobsen 3, Tóra J. Norðá 2, Monika Jacobsen 2, Oddvør Josephsen 1 og Anna Jakobsen 1,

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…