Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Álvur Haraldsen

Er løgmaður rætt endurgivin – ella er hann farin út um samgonguskjalið ?

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  04.11.2019 - 08:33 Politikkur Tíðindaskriv

Í útvarpstíðindunum á middegi 1. november var løgmaður endurgivin fyri at hava sagt fylgjandi: ”Samgongan hevur sett sær fyri at menna og styrkja ríkisfelagsskapin……og vónandi kann fundurin(við Mette Fredriksen) verða byrjanin til eina tilgongd, har vit seta ferð á hetta arbeiði..”

Havi nærlisið samgonguskjalið og dugi ikki at finna eitt orð, har sagt verður, at ”samgongan hevur sett sær fyri at styrkja og menna ríkisfelagsskapin” – og mær vitandi, finst einki ”undirskjal”.

Um løgmaður er rætt endurgivin, so havi eg tørført at ímynda mær, at hansara úttalilsi botnar í tilsøgn frá hinum báðum samgonguflokkunum!? Sostatt hevur hann ikki nakra ”samgongu parlamentariska” heimild at fara undir slíkar samráðingar.

Skal farast út um samgonguskjalið, so haldi eg, at tíðin er komin, at taka upp samráðingar um, í sátt og semju, at ”avvikla” rikisfelagsskapin og kundi tann spurningurin hóskandi verið at tikið upp í samband við vitjanina hjá Mette Fredriksen.

Uttan iva finst meiriluti í samgonguni – og á tingi - fyri tí.

 

Tordur J. Niclasen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…